Manshondbóltur
Eins og hjá kvinnum, so verður talan um tríggjar mansdystir í hondbólti um vikuskiftið.
Tveir teirra verða leygardagin, og í báðum førum er talan um grannauppgerðir. Í Hoyvík tekur H71 ímóti Kyndli, sum seinasta vikuskifti sýndi, at teir eru á veg upp úr aldudalinum, sum annars tóktist hava rakt liðið. Fær Kyndil spælið frá tí dystinum framaftur, so er einki at ivast í, at teir eru favorittar, men hinvegin er einki at ivast í, at hoyvíkingar fara at stríðast fyri sínum møguleika, ogso teir grønu skulu undir øllum umstøðum ansa sær.
Fram til heta kappingarárið átti KÍF heimavøll í Vestmanna, so tað er ikki á nakran hátt fremmant fyri teir, tá teir far á vitjan hjá VÍF leygardagin. Og nógv bendir á, at talan verður um ein spennandi dyst. Søguliga hava dystirnir seinnu árini verið sera javnir millum grannarnar, og fyrra dystin í grundspælinum eydnaðist kollfirðingum at vinna, so í øllum førum tykist einki avgjørt undan dystinum.
Seinasti dysturin um vikuskiftið verður millum Neistan og StÍF. Hetta eru liðini, sum eru á ávíkavist triðja og fyrsta plássi í deildini, og tí er einki at ivast í, at talan verður um spennandi uppgerð. Í umvenda dystinum á Skála var tað ikki fyrr enn í allar seinastu sekundunum, at ein avgerð fall.
Fyri endaliga útfallið av grundspælinum hava allir tríggir dystirnir sjálvsagt stóran týdning, so alt talar fyri, at føroysku hondbóltsáskoðararnir hava nakrar spennandi dystir at síggja fram til.