Kvinnuhondbóltur
Eins og hjá monnum, so skulu øll liðini uttan StÍF royna seg í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum.
Oddaliðið VB fer til Klaksvíkar at royna seg, og einki er at ivast í, at VB ætlar sær fullan førning heim við aftur. Vágskvinnurnar hava longu tryggjað sær, at einki lið fer fram um tær í grundspælinum, og móti skerda Stjørnu liðnum er ikki óhugsandi, at tær kunnu staðfesta oddasessin.
Stjørnan hevur annars havt góð úrslit at vísa á í seinastuni, men nú leikandi venjarin noyddist av landinum, gav hetta at bíta móti VÍF, sum vann ein knúsandi sigur seinasta vikuskiftið.
VÍF fylgir við
Júst VÍF hevur aftur hetta vikuskiftið ein dyst, sum á væl kenda pappírinum eigur at kasta tvey stig av sær. Hesa ferð í Runavík, har botnliðið, Tjaldur, tekur ímóti. Tjaldur hevur í fleiri dystum víst, at liðið kann koma nær ovaru støddu liðunum, men higartil hevur talan bert verið um tann eina sigurin, og tað er ilt at ímynda sær, at hesi hagtøl verða betrað móti VÍF, sum hóast alt framvegis eru tvífaldir føroyameistarar, og sum helst ikki vilja geva hetta heiti frá sær uttan víðari.
Seinasti dysturin hetta vikuskiftið verður í Havn, har Kyndil og Neistin takast. Fyri fáum árum síðani mundi hetta vera dysturin fram um hinar, sum gjørdi av, hvat av liðunum var ovast, tá árið var liðugt, men so er ikki hesaferð. Fyrst og fremst kann sigast um dystin, at hetta er ein uppgerð um, hvørt av liðunum framveigs skal vera partur av stríðnum um heiðursmerki, tá farið verður undir endaspælið.
Heilt krøkt burtur verða tey neyvan av hesum einstaka dystinum, men fyri báðar er galdandi, at mistøkini longu hava verið so nógv í tali, at ráðini nú ikki eru til at missa so øgiliga nógv afturat, um vónin um heiðursmerki skal haldast við líka.