Todi og FCK eru langt frá hvørjum øðrum

Semja fekst ikki um nýggjan sáttmála fríggjadagin, og hóast báðir partar siga seg vóna, at talan verður um nýggjan sáttmála, so er eingin nýggjur fundur ásettur

ÚTISETI

Todi, du skal bli' hos os. Soleiðis geltu rópini í Parkini seinnapartin sunnudagin. FCK áskoðararnir fylgja væl við í, hvussu tað gongst við sáttmálasamráðingunum millum Toda Jónsson og ítróttarstjóran, Niels?Christian Holmstrøm. Einki er enn komið burturúr, og tá ið FCK sunnudagin setti punktum fyri framúr góða heystið, var eingin ivi í, hvat áskoðararnir vilja og ynskja.
Fríggjadagin hittust Todi Jónsson og Niels?Christian Holmstrøm at vita, um tað var møguleiki at koma víðari við samráðingunum um nýggjan sáttmála. Men aftur hesa ferð fóru teir báðir frá borðinum, uttan at nøkur semja var komin í. Og Todi Jónsson dylur ikki, at tað er langt ímillum tað, sum hann vil hava fyri at halda fram í FCK, og so tað, sum FCK bossurin er sinnaður at lata.
? Tað snýr seg bæði um tað fíggjarliga og um longdina á sáttmálaskeiðnum. Tað er stórur munur á krøvunum, sum eg havi sett, og so tí, sum teir eru sinnaðir at ganga við til. Nú eru tað tveir mánaðir síðani, at teir komu við einum tilboði, sum eg á ongan hátt vildi ganga við til. Eg havi sagt teimum, hvat eg vil hava, men teir hava avvíst tí blankt. Tá ið vit skiltust fríggjadagin, varð eingin nýggjur fundur ásettur. Eftir ársskiftið havi eg rætt til at tosa við onnur feløg, uttan at FCK skal blandast uppí. Eingin nýtist at ivast í, hvat eg eri mest sinnaður til. Í einum so stórum felag sum FCK verður tað altíð kapping um plássini á liðnum. Tað havi eg gjørt upp við meg sjálvan at liva við. Tað kann vera, at krøvini hjá mær hava verið stór, men teir hava avvíst teimum sum útgangsstøðið fyri samráðingum, sigur Todi Jónsson.
Niels?Christian Holmstrøm segði sunnudagin, at hann framvegis vónar, at tað fer at eydnast teimum at semjast við Toda um nýggjan sáttmála. Hann leggur afturat, at europeiskur fótbóltur ikki longur er eitt sjálvtøkuborð hjá spælarunum. FCK venjarin, Hans Backe, sigur, at hann leggur seg ikki út í sáttmálasamráðingar, men eingin ivi skal vera um, at hann vónar, at Todi Jónsson fer at halda fram í FCK.

Góð reklama
Sunnudagin gjørdi Todi góða reklamu fyri sær sjálvum. At hann eigur rætt til lønarhækkan og eitt langt sáttmálaskeið vísti hann við so góðum og hugflogsríkum spæli, sum hann ikki hevur víst í hesum kappingarárinum. Og so setti hann trumf á við at skora tvey góð mál og við at vera við í uppspælinum til triðja málið, sum Zuma skoraði í 3?0 sigrinum á botnliðnum Silkeborg.
Zuma og Todi vóru á toppinum. Todi setti hol á, tá ið stórt korter var farið. Thomas Røll legði innfyri úr høgru, og við handara stólpan tveitti Todi seg fram og stýrdi bóltinum í netið.
Fimm minuttir seinni skoraði Todi aftur. Hesa ferð legði Morten Bisgaard, sum var sera væl upplagdur, innfyri úr høgru, Todi Jónsson var hægstur og stútaði í meskarnar.
Eina lílta løtu seinni var Todi við í uppspælinum til 3?0 málið. Hann legði bóltin fram í høgru til Bisgaard, sum sendi innfyri til Zuma. So var lagt upp til stórsigur, men í 2. hálvleiki tóku teir í FCK sær av løttum. Tað løgdu nógvu áskoðararnir ikki so nógv í. Teir fegnaðust yvir, at FCK er níggju stig frammanfyri næstu kappingarneytarnar. Men teir eru ikki álvuligir við veruleikan, at FCK ikki hevur tryggjað sær undirskriftina hjá Toda Jónsson um samstarv eftir summarfrítíðina komandi ár.
At tað eru fleiri, sum halda nógv um Toda, sæst m. a. í Ekstrablaðnum í gjár. Har verður Todi Jónsson sagdur at vera ? tá ið hann ikki er skaddur ? tann mest kompletti álopsspælarin í Norðurlondum. Tað er ikki eiti á skoðsmáli.

Tølini tala
Í heyst tóktist tað leingi, at hetta kappingarárið skuldi gerast heilt kiksað hjá Toda. Nú síðsti dysturin er spældur undan vetrarsteðginum, ber til at staðfesta, at talan hevur verið um góða úrtøku. Todi var leingi á beinkinum, og onkra ferðina var hann settur heima við hús, meðan liðfelagarnir vardu fremsta plássið í superliguni.
Men tá ið alt kemur til alt hevur árið roynst væl. Í hesum kappingarárinum hevur Todi skorað seks mál í superliguni, hann hevur skorað trý mál í Europa Cup og eitt í donsku steypakappingini. Sambært heimasíðuni todi.fo er Todi tann FCK spælarin, sum í hesum álmanakkaárinum hevur skorað flest mál fyri FCK. Samlaða talið síðani á nýggjárinum er átjan. Næstflest mál hevur Peter Møller ? orsaka av skaða var hann ikki við sunnudagin ? skorað. Talið hjá honum er fjúrtan. Av teimum eru átta í superliguni, sum nú er farin í vetrarfrí.