so sást tað als ikki á tær, at tú var blivin so gamal. Tú var sera herðabreiður, og sjúkrahússongin seinastu dagarnar var næstan ov stutt hjá tær. Ein vinkona, sum var við mær á Eiði fyri fáum vikum [...] Fyri nógvum árum síðan sendi eg tær eina føðingardagsheilsan í Sosialinum. Yvirskriftin var: »Til verðsins besta abba!« Í dag finni eg eingi orð, sum lýsa teg betur enn tað sama: Verðsins besti abbi [...] at tú, sjálvt eftir at verða komin væl upp í 80´ini, kláraði hetta. Tey síðstu árini búðu tit saman á Korndalsbýlinum, har tú so gott sum ongantíð fór frá ommusa lið. Tú sat trúfastur hvønn dag og hjálpti
abban, og var tað fylgjandi ørindi, sum til seinast var sungið á grøvini sum ein vøkur heilsan til abban: Góði abbi vit tær siga várt farvæl á síðstu ferð uggast vit tí inniliga, tú nú ein Guds eingil er [...] minst á tí stóra fylginum, sum fylgdi honum til gravar. Tað var eisini rørandi at hoyra Beintu í kirkjunu greiða frá, hvussu góðan pápa hon hevði átt. Eisini høvdu abbasynirnar eina seinastu heilsan til [...] Skúlin var spurdur av bankanum, hvønn næming teir hildu egnaði seg best til bankayrkið, og hann vísti á Per. Per var tískil í Føroya Banka í 28 ár, og hevði orð fyri at vera nærlagdur og samvitskufullur.
Torvald giftist 3. desember 1955 við Ragnu, dóttir Magdalenu og Tummas Jakku á Geilabø. Thorvald og Ragna bygdu beint við húsini á Geilabø og komu vit tí at búgva í sama grannlagi. Tí sóust vit eisini javnan [...] skúlabørnum til Fuglafjarðar. Torvald kom at arbeiða á fiskavirkinum í Gøtu, og her var eisini brúk fyri hansara hegni. Maskinmaður var hann jú góður. Á virkinum arbeiddi Torvald til hann var 75 ára gamal [...] serligt álitisstarv, og tað var at passa fløggini hjá GÍ. Var nakað á vási, syrgiligt ella gleðiligt, var tað Torvald, sum vant fløggini á stong og tók tey niður aftur. Alt hetta virksemi gjørdi, at Torvald
nógvan háva burtur úr sær sjálvum. Á sín stillføra hátt vísti hann altíð umsorgan fyri okkum. Hann var sera beinasamur og himpraðist ikki við at taka eina hond í, um á stóð. Líka frá barnsbeini stóð hugurin [...] Sloppin úr skúlanum, var hann skjótur oman í fjøruna, á seiðaberg ella í onkran bát. Hesin alskurin til sjógvin fylgdi honum gjøgnum alt lívið. Aftan á lokna útbúgving sum skipsførari sigldi hann úti sum [...] at fiska var tað, ið altíð lá fremst í huga. Seinnu árini fór heilsan tó at bila. Sverri fekk ringa sjúku at dragast við, ið at enda vann á honum. Við hesum vilja vit siga Sverra farvæl. Hvíl í friði, góði
niðri á Bakka. Við tráðu á brúnni og á báti í fjørðin við pápa ella onkrum pápabeiggja at royna eftir smáfiski. – Jú, barnaárini vóru rík niðri á Bakka. Tit bygdu tykkum vøkur hús, Hans og Róland á Glyvrum [...] gamalur. Ikki gjørdist nakar tykkara serliga gamalur, men soleiðis var lagað. Vit vuksu upp niðri á Bakka á Glyvrum í einum góðum og tryggum heimi. Góð foreldur, ið fyrst og fremst lærdu okkum tey andaligu [...] har var fiskavirking. Hjálptu vit børnini eisini til – ja, ofta varð farið upp klokkan 6 á morgni at breiða fisk út á fiskastykkinum, áðrenn farið varð í skúla. – Kanska var hetta fyrsti íblásturin hjá tykkum
omma pápa mín og abbi mammu mína, eru deyð síðan á jólum. Eg haldi, at tað er eitt sindur løgið, at eg skuldi missa bæði eina langommu og ein langabba upp á so stutta tíð, og eg haldi eisini, at tað er eitt [...] Á jólum átti eg tvær langommur og tveir langabbar. Tað var ikki so lítið. Tey vóru øll øgiliga gomul, tey vóru 100+97+91+89 ár tilsamans, íalt 377 ár. Eg elskaði tey øll. Í dag, tveir mánaðir seinni, eigi [...] langabbin eisini liggur úti í kirkjugarðinum, so er langomman ikki so einsamøll. Tey kunnu passa upp á hvørt annað og hjálpa hvørjum øðrum. Eg ivist ikki í, at tey blíva góðir vinir, tí tey vóru fittastu
bíða eftir eini lítlari kistu, sum er á veg. Um eina løtu vænta vit lítla-Klæmint inn her og hansara syrgjandi familju. Ein hálvur tími gongur. Løtan nærkast. Kenni á mær, at hvør kykna ger mótstøðu. Eg [...] og merkja Hansara hjartasláttur. Soleiðis minnist eg teg: borin á sterkum faðirørmum í sunnudagsskúla. Og vit vita, at tú nú ert borin á einglaveingjum Heim, Heim í fang Abrahams. Tí har heima eru hinir [...] talað. Tá kemur vónin. Tað verður tosað um Staðin. Staðurin, har Klæmint er staddur. Klæmint er meira á lívi nú enn hann var, tá vit høvdu hann her millum okkum. Nú kennir hann bert gleði og fullkomleika
ýlir vilt, og bylgjan blá Á havinum, sum fyrr var stilt, Seg reisir há, Og neyð og vandi hótta meg Á trongu leið, Eg minnast vil: Her havi eg Mín búðstað ei. 4. Mítt føðiland er ei á fold, Men uppi har; Tí [...] ein miðdepil fyri forbøn og ákallan á Guð um linna og grøðing. Ólasa stutta lív hevur sett okkara lív í »relief« og vit hava hvør og ein fingið nakað at grunda á fyri Gudi. Hóast brekaður í eygum menniskjans [...] teg og fylgja tær Á míni ferð, Til Hann skal skyggja bjart um fjøll, Hin lívsins sól, Og savna síni egnu øll Umkring sín stól! S.G.F. Ærað verði minnið um lítla elskaða Óla. Heilsan mostir tín
dag njóta gott av. Í meðan eg siti og skrivi hesar linjur her á smoltstøðini, fella eygu míni á eitt slitið ark, sum hongur á vegginum, á tí stendur skrivað “Stúrið ongum fyri, nei latið í øllum tað, sum [...] teimum, sum gekk á odda fyri at fáa Eysturoyar Røktar- & Ellisheim sett á stovn. Sum ungur vart tú virkin í losjuni, og í fleiri ár vart tú degnur í Glyvra kirkju. Frammanfyri mær her á telduni á smoltstøðini [...] festi tú magisk orð á blað, sum fekk lesaran at undrast. Krúnan á tí skrivaða av verkum tínum, man seinasta føðingardagheilsanin til tína elskaðu vera, har tú við einum fingri á I-pad á deyðastrá, festi tólv
spakuliga uttan veruliga at vita hvat var áfatt, men aftan á nýggjár gekk ómetaliga skjótt niður á bakka. Seinastu ferð eg var inni á gólvinum hjá tær inni á Gøtu, og vit báðir vóru eina í húsi, gekk tú illa um [...] pápa og systir okkara, sótu hjá mammu, tá hon sløkknaði heima á Hvarvinum ólavsøkuaftan fyri fjúrtan árum síðan og eg nakrar mánar seinni feldi á blað míni fyrstu og til í dag einastu minningarorð nakrantíð [...] hesa seinastu heilsan til tín: “Undarligt er at vera burtur aftur heiman, uttan at hava teg mín kæra elskaða bróður at ringja til og práta við”. Vanliga tosaðu vit saman í telefon ella á Skype upp til