29.11.99 ? 25.01.01
Eg vil gjarna skriva nøkur orð um kæra systirson mín, Óla, sum untist eitt so sera stokkut lív her saman við okkum, og sum meginpartin av tíðini var álvarsliga sjúkur.
Sorgin skræðir innan í okkum, sorgin um hendan fullkomna, vakra og vælskapta drong, sum vit fylgdu so áhugað frá fyrstu stund og veittu tey kærastu ynskir um lív og heilsu.
Góða elskaða Randi systir, Jákup svágur og lítla fitta Victoria, vit syrgja og gráta við tykkum um tann svára missin og tað strævna tíðarskeiðið ímeðan Óli var sjúkur og sum kravdi so ómetaligan kærleika, umsorgan, tíð og tolsemi frá tykkum. Eg ynski at endurtaka tað sum John William Joensen segði við jarðarferð Óla, at tit einki minni hava verið eitt einanstandandi fyridømi fyri øll foreldur ígjøgnum dagar, innleggingar, vøkunætur, læknaviðtalur, gleði, sorg, vón og vónloysi. Hóast tógvið stríð altíð so jalig, vóngóð og sterk, hvørja tíð og stund.
So spyrja vit hví alt hetta sum av fyrstum byrjaði so væl, skuldi enda í slíkum vanlukkulagi? Og vit tykjast ikki at fáa nakað nýtiligt svar her. Men ein eiga vit at halla okkum til ? Guð hann sum øllum ræður og vita at vit sum tíðin fer fyri ein part fara at skilja at hann altíð í øllum ger tað besta fyri okkum, sum hann elskaði fyrst og gav sín einborna son at doyggja fyri.
Óli var hóast veikur likamliga, ein so sera vitugur og árvakin lítil drongur. Hóast honum var sýtt at grulva og ganga, vísti hann týðiliga ynski um at verða borin, sjálvsagt fyri at merkja foreldranna tryggleika, men sanniliga eisini fyri at hann áhugaður kundi síggja, kanna, granska sítt umhvørvi, og fylgja við í tí sum fyrifórst ? ja sjálvt á internetinum ferðaðist hann onkuntíð við hjálp frá pápa sínum. Livdi hann so til fánýtis her hjá okkum? Nei, hann var ein lítil eingil, sum mamma hansara altíð kallaði hann, sendur av himli at verða okkum til signing, at sýna okkum kærleika, tolsemi, ein miðdepil fyri forbøn og ákallan á Guð um linna og grøðing.
Ólasa stutta lív hevur sett okkara lív í »relief« og vit hava hvør og ein fingið nakað at grunda á fyri Gudi. Hóast brekaður í eygum menniskjans, so var hann fullkomin skapningur í eygum Guds ? tí uttan Gud eru vit einki.
Góði Óli! Altíð fara vit at minnast tíni fittu eygu, títt vakra smíl, tínar kærligu hendur og títt heilt serstaka »ophár«, sum Victoria kallaði stritthárið hjá tær. Nú ert tú farin á ta himmalsku summarongina, til Jesus, har eingin sjúka ella grátur er meira, tí alt er vorðið nýtt. Ein dag skulu vit aftur hittast saman við øllum teimum, sum undan okkum eru farin. Takk fyri alt.
Eg veit eitt land, sum fagurt er í Himli hátt,
Har vetur ikki er sum her Og eingin nátt; Og lívsins
á her rennur fríð Sum krystal klár, Ei sorgin er tí
landi í, Og eingi tár.
Niðurlag: Mær leingist til landið har uppi.
2. Og táið slætt er lívsins hav, Og blikalogn,
Mong gáva góð, sum Harrin gav, Fall mær í ogn, Tá
alt er sól og summar her, Tá minnist eg: Í landinum
har uppi er Tó fagrari.
3. Men tá ið stormur ýlir vilt, og bylgjan blá Á
havinum, sum fyrr var stilt, Seg reisir há, Og neyð
og vandi hótta meg Á trongu leið, Eg minnast vil:
Her havi eg Mín búðstað ei.
4. Mítt føðiland er ei á fold, Men uppi har; Tí
fremmand jørð er heimsins mold Nú vorðin mær;
Men meðan enn eg ferðast skal Í útlegd her, Mær
gevur Gud, tað veit eg væl, Hvat neyðugt er.
5. Ei sæst mítt dýra føðiland Sum heimsins lond,
men tó er knýtt so fast eitt band Av Harrans hond
Ímillum hendan ljósa stað Og hjarta mítt, Og fyrst
tá har eg komi, tað Kann sláa frítt.
6. Mín Gud, tann bøn og ynskur mær Í hjarta er,
at æra teg og fylgja tær Á míni ferð, Til Hann skal
skyggja bjart um fjøll, Hin lívsins sól, Og savna síni
egnu øll Umkring sín stól!
S.G.F.
Ærað verði minnið um lítla elskaða Óla.
Heilsan mostir tín