Mong orð havi eg skrivað fyri at nevna talað í mínum knøppu fýrati árum, men hetta eru tey tyngstu nakrantið.
Tá vit báðir, bróðir og eg, saman við pápa og systir okkara, sótu hjá mammu, tá hon sløkknaði heima á Hvarvinum ólavsøkuaftan fyri fjúrtan árum síðan og eg nakrar mánar seinni feldi á blað míni fyrstu og til í dag einastu minningarorð nakrantíð, vardi tað meg ei, at næstu ferð skuldi tað verða yvir mín kæra og einasta bróðir.
Góði Heðin, við nærum somu orðum, sum til mMammu, byrji eg hesa seinastu heilsan til tín: “Undarligt er at vera burtur aftur heiman, uttan at hava teg mín kæra elskaða bróður at ringja til og práta við”.
Vanliga tosaðu vit saman í telefon ella á Skype upp til fleiri ferðir um vikuna, og oftast vórðu samrøðurnar ikki stuttar, og tað var óansæð, um eg var i Hvalba ella úti í stóru verð. Ongantíð, ikki einaferð, kom tað upp á tal í samrøðum okkara millum, um tú bleiv frískur aftur ella ikki. Mær vitandi var tú ongantíð í iva, sum tað jaliga menniskja tú var.
Men sjúkan hjá tær var long, hon var hørð, tung og miskunarleys og tey knøppu seks sjúkuárini vóru svár, hóast tú altíð var lættur í sinni. Besta og størsta uppsvingið tú nakrantið, hevði haldi, eg var tá vit báðir vórðu í Danmark í august í fjør (2009), og vit aftan á scanningina fingu at vita, at nú vóru svullarnir stórt sæð svunnir inn til ein einasta pinkulítlan, ið var ein “avgreiðsluspurningur”, sum tú sjálvur kallaði tað.
Vit vóru sum vera man ovurfegnir og hildu okkum at gleimi tann fantastiska dagin í Keypmannahavn.
Nakrar mánar seinri fór at ganga skeivan veg, fyrst spakuliga uttan veruliga at vita hvat var áfatt, men aftan á nýggjár gekk ómetaliga skjótt niður á bakka.
Seinastu ferð eg var inni á gólvinum hjá tær inni á Gøtu, og vit báðir vóru eina í húsi, gekk tú illa um gólvi, men tók sum altíð tað heila við einum smíli og var glaður um at tað einans var eg sum varnaðist hvussu “vánaligur” tú var blivin til dustsúgving. Men tú royndi títt besta við nógv darvaðari førligheit. Seinni fóru vit ein biltúr runt Havnina. Einar tvær ferðir tann dagin hevði tú á orði, “hetta er ikki gott Árni ” og sipaði til gongdina hjá tær sjálvum. Smáar tvær vikur seinni var gleðin burtur, rødd tín tagnað, smílandi varrarnar stirnaðar og árarnar lagdar inn.
Tey, sum kendu Heðin, vistu, at bróðir var eitt óvanliga jaligt menniskja, men at nakar kundi vera SO jaligur sum hann er heilt ótrúligt.
Seinastu tríggjar, fýra dagarnar av lívi sínum, harav seinastu dagarnar stórtsæð uttan kropsligan førleika var tú altíð eitt stórt smíl og segði til tað seinasta “hetta SKAL nokk ganga”.
Men seinasti dagurin á B6 vísti sjón fyri søgn fyri okkum øllum, hvønn veg tað bar og helst eisini fyri teg góði bróðir og hóast tann mest jaligi av okkum, var tú nokk eisini tann, ið var mest greiður yvir lívsins gongd.
Hvat tárini eg hómaði úr eygnakróki tínum, stutt áðrenn tú fór herfrá týddu, fái eg ongantið at vita, men takka tær fyri at hava verið ein fantastiskur bróður. Somuleiðis biði teg heilsa, har tú fór. Afturfyri fekk eg tað seinasta smíli eg nakrantíð fái at síggja av tí altíð so glaða og smílandi anliti tínum.
Eitt lívsstykki var tú og nógv fólk kendi tú, bæði úr Havnini, frá tínum mongu árum sum mekanikari á Strandferðsluni og ikki minst frá teim alt ov fáu árum tær untist at starvast sum lærari á brandskúlanum við Áir, aðrenn sjúkan tók yvirhond, tað prógvaði tann ovurhonds stóra fjøld, ið sýndi tær hin seinasta heiður og tann ovurfylta Hoyvikar kirkju tann vakra kavadag tú varð borin út. Tað fløvaði nógv í stóru sorgini.
Góðu Benadikta, Anna og Maria, tit vóru styrkin, áræðið og lívsviljin hjá bróður. Hann elskaði tykkum innarliga og yvir alt, og stóð tað upp til hann eina, livdi hann framvegis fyri tykkum, pápa og okkum, men hann bleiv tikin av ræði av hægri maktum, sum sigast vita hvat er best fyri okkum? Hóast ringt er at fá eyga á, hvør hon skuldi verið, sigst ein meining vera við øllum……..?
Ærað verið minnið um mín kæra elskaða bróður Heðin Hádal.
Hvíl í friði góði Heðin.
Vit síggjast ein dag
Árni v/húski.