Fyri nógvum árum síðan sendi eg tær eina føðingardagsheilsan í Sosialinum. Yvirskriftin var: »Til verðsins besta abba!« Í dag finni eg eingi orð, sum lýsa teg betur enn tað sama: Verðsins besti abbi!
Sjólívið fylti nógv hjá tær. Tú sigldi í 52 ár og var tiltikin raskur sjómaður. Sum yngri var tú av størstu og sterkastu monnum. Nú tú bleiv 90 ár tann 1. apríl, var tú enn sera væl fyri. Hóast ring knø, so sást tað als ikki á tær, at tú var blivin so gamal. Tú var sera herðabreiður, og sjúkrahússongin seinastu dagarnar var næstan ov stutt hjá tær. Ein vinkona, sum var við mær á Eiði fyri fáum vikum síðani, helt tað vera sera sjáldsamt at síggja gomul fólk vera so stór sum tú.
Sjálvt um tú var stórur sum ein kempa, so havi eg ongan kent, sum var so lítillátin og eyðmjúkur, sum tú var. Tú var altíð so glaður og takksamur at fáa vitjan. Hvørja ferð vit komu, segði tú: “Tað er virkuliga stuttligt at síggja tykkum”. Tá ið vit fóru avstað aftur, segði tú: “Hetta var ein virkuliga deilig løta. Stóra takk fyri at tit komu”. Hvørja ferð vit fóru avstað, kom tú út í hurðina og vinkaði, inntil bilurin var farin úr eygsjón. Um vit gloymdu at ringja, tá ið vit vóru komin til Havnar, so ringdi tú fyri at tryggja tær, at vit vóru komin heim í øllum góðum.
Tú prógvaði sanniliga títt trúfesti og tína styrki, tá ið omma brádliga bleiv lammað og bundin at koyristóli fyri 17 árum síðani. Í 11 ár røktaði tú hana dag og nátt heima við hús. Eingin hevði klárað tað betur enn tú. Hetta hevur bæði verið strævið og likamliga sera tungt, men tú gjørdi tað í tí stilla uttan eitt øvugt orð. Tað er fantastiska flott, at tú, sjálvt eftir at verða komin væl upp í 80´ini, kláraði hetta. Tey síðstu árini búðu tit saman á Korndalsbýlinum, har tú so gott sum ongantíð fór frá ommusa lið. Tú sat trúfastur hvønn dag og hjálpti ommu við hennara handarbeiði, og tit høvdu eitt fyrimyndarligt samstarv í dagligdegnum.
Abbi, tú var ein fantastiskur persónur! Altíð glaður, positivur, lættsintur og skemtingarsamur. Sá altíð tað besta í øllum. Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi hoyrt teg klagað ella grenjað um nakað. Tú var sera takksamur fyri lívið og heilsuna. Segði næstan hvørja ferð, eg sá teg, at tú hevði nógv at takka fyri at vera komin so langt upp í árini uttan at bila nakað.
Eg elskaði at koma norður at vitja teg. Eg hevði altíð okkurt lekkurt við, og so fingu vit ein góðan drekkamunn saman. Tú vart altíð so blíður og hugnaligur. Bjóðaði øllum, sum komu inn, bomm ella konfekt. Tú spurdi meg altíð, hvussu tað gekk har heima, og serliga spurdi tú eftir øllum tínum langabbabørnum. Tú var so góður við lítla Óla og dámdi væl at sita undir honum og tvætla við hann. Serliga dámdi tær væl at greiða frá gomlum tíðum, og eg elskaði at hoyra allar søgurnar.
Eg fari at sakna teg ótrúliga nógv abbi. Tú doyði sera brádliga. Eg eri glað um, at tú slapp undan eini langari sjúkralegu, men sjálv var eg als ikki klár at missa teg nú. Hóast høgan aldur, so vónaði eg at hava teg í nøkur ár afturat, tí tú sást út til at hava tað so gott. Tómrúmið eftir teg verður ómetaliga stórt.
1000 takk, abbi, fyri tann tú var, og fyri alt, tú hevur verið fyri meg og okkum øll.
Hvíl í friði verðsins besti abbi!
------
Linda