Sverri var lítillátin av lyndi og gjørdi ikki nógvan háva burtur úr sær sjálvum. Á sín stillføra hátt vísti hann altíð umsorgan fyri okkum. Hann var sera beinasamur og himpraðist ikki við at taka eina hond í, um á stóð.
Líka frá barnsbeini stóð hugurin hjá Sverra til sjógvin. Sloppin úr skúlanum, var hann skjótur oman í fjøruna, á seiðaberg ella í onkran bát. Hesin alskurin til sjógvin fylgdi honum gjøgnum alt lívið. Aftan á lokna útbúgving sum skipsførari sigldi hann úti sum stýrimaður í eini 25 ár. Tá ið hann var heima í feriu, var hann skjótur at fara til útróður, fyrst við pápanum, seinni fekk hann sær bát sjálvur. Hugurin til sjógvin og hegnið til at fáa fisk tóktist at ganga hond í hond.
Sverri var raskur og sterkur likamliga. Hann var íðin at røkja sjógvin, og hugurin at fiska var tað, ið altíð lá fremst í huga. Seinnu árini fór heilsan tó at bila. Sverri fekk ringa sjúku at dragast við, ið at enda vann á honum.
Við hesum vilja vit siga Sverra farvæl. Hvíl í friði, góði beiggi.
Systir tín
Hilda