Hetta var kanska ikki heilt óvæntað, tí heilsan hevur verið nakað svikalig seinastu tíðina. Men annars hevur hann virkað sera bragdligur fram til fyri kortum.
Torvald var norðragøtumaður í báðar ættir. Hann var sonur Onnu Jovinu, ættað av Brúnni og Zacharias Karl, ættaður úr Frammistovu. Teir vóru fimm brøður, sum komu til: Andreas Petur, Sámal Jákup, Hendrik og Frits. Torvald var yngstur, og hann er tann seinasti, sum er farin.
Torvald var sera hegnigur, og sum ungur fór hann til Klaksvíkar í smiðjulæru. Men hugurin til sjógvin hevur verið ov stórur, so hann fór til skips. Hann kom at sigla í mong ár, eisini sum motorpassari.
Millum annað var hann fleiri ár í Íslandi í 50-unum, sum nógvir føroyingar gjørdu tá. Hetta var í teirri tíðini, tá ið okkara skipafloti var í ringum standi, og føroyskir fiskimenn í hundrað og enntá í túsundtali fóru við íslendskum fiskiskipum.
Seinni í 50-unum fór hann við sluppini Báran, sum svágur hansara Eivind hjá Havna Jákup var reiðari á. Vit skuldu havt verið saman, hann sum motospassari, tá ið eg sjálvur fór til skips fyri júst 50 árum síðani við Báruni, men tá var hann sjúkur. Seinni komu vit at sigla saman, og havi eg bert góð minnir um Torvald.
Torvald giftist 3. desember 1955 við Ragnu, dóttir Magdalenu og Tummas Jakku á Geilabø. Thorvald og Ragna bygdu beint við húsini á Geilabø og komu vit tí at búgva í sama grannlagi. Tí sóust vit eisini javnan og fingu hvørja ferð eitt prát. Torvald var vitugur og fyrikomandi og altíð við tí góða orðinum. Seinastu ferð vit hittust var bert fyri vikum síðani. Tað verður ein saknur ikki longur at hitta Torvald í túninum.
Sigast kann, at grannalagið hevur verið gott. Hetta er eisini Ragnu við hennara milda og trúfasta sinnalagi fyri at takka.
Í mong ár koyrdi Torvald rutukoyring. Í veruleikanum var tað lættari at ferðast millum Havn og Gøtu tá enn nú. Ringt varð til nr. 66, og so var ein heintaður í túninum og koyrdur út á Toftir, haðani tað bert tók ein hálvan tíma til Havnar við Tróndi og Dúgvuni, sum vóru munandi hugaligari at ferðast við enn einum bussi. Tað sama var heim aftur, og ein varð settur av í túninum. Í dag verða ferðafólk við bussinum sett av langt inni í Gøtudali! Torvald koyrdi eisini í fleiri ár við skúlabørnum til Fuglafjarðar.
Torvald kom at arbeiða á fiskavirkinum í Gøtu, og her var eisini brúk fyri hansara hegni. Maskinmaður var hann jú góður. Á virkinum arbeiddi Torvald til hann var 75 ára gamal.
Torvald fer ikki í gloymskuna. Hann hevur verið við til at skipa fyri einum ”undirhúsi” í Norðragøtu. Hetta fekk navnið Torvalds Kaffi sum viðurkenning til Torvald fyri allar kaffimunnarnar, hann hevði gjørt á Fiskavirkinum, tá menn sunnumorgnar leitaðu inn hagar, tá Torvald fór at hyggja maskinarínum fyri at tryggja sær, at alt var í lagi í arbeiðstíð mánadag.
Kaffi gjørdi hann framvegis í nýggja undirhúsinum, har nógvir størri og smærri ”heimstrupulleikar” hava verið loystir. Men Torvald verður eisini minstur fyri tað hann var. Ein álitismaður í odd og egg.
Sum aðrir gøtumenn hevði Torvald stóran áhuga fyri fótbólti. Hetta gav honum eitt serligt álitisstarv, og tað var at passa fløggini hjá GÍ. Var nakað á vási, syrgiligt ella gleðiligt, var tað Torvald, sum vant fløggini á stong og tók tey niður aftur.
Alt hetta virksemi gjørdi, at Torvald kendi nógv fólk, og hetta kom eisini til sjóndar hendan dagin, hann fór til gravar. Kirkjan var full, og tað er sjáldan, at tað hevur verið eitt so stórt fylgi í kirkjugarðinum.
Thorvald og Ragna fngu fýra børn, Snorri, Tollakur, Álvur og Marjun. Synirnir búgva allir í Norðragøtu og Marjun í Fuglafirði, so tey hava havt øll børnini um seg. Tað eru fleiri barnabørn, og Torvald náddi júst ikki at gerast langabbi.
Vit eru mong, sum koma at minnast Torvald við takklæti.
ó.