Til minnis um lítla Klæmint

Eri stødd í Betesda. Inni her er tungt og friðarligt. Uttanfyri er ljósur dagur, men her er myrkur og sorg. Ein bíðandi skari, tigandi, tárandi í tungum tonkum.

Vit bíða eftir eini lítlari kistu, sum er á veg. Um eina løtu vænta vit lítla-Klæmint inn her og hansara syrgjandi familju.

Ein hálvur tími gongur. Løtan nærkast. Kenni á mær, at hvør kykna ger mótstøðu. Eg vil hetta ikki. Hugsi um foreldrini. Um eg kenni slíka mótstøðu og slíkt máttloysi, hvusssu munnu so foreldrini hava tað?

 

So koma tey. Ein lítil vakurt pyntað kista. Eitt lítið fylgi. Men størri sorg havi eg ikki áður sæð. Ongin hevur mist meira enn hesi foreldur, sum mistu fimm-ára gamla sonin. Ongin kennir størri sorg enn tann, sum hevur mist tað allarkærasta.

Inni her eru vit savnað um familjuna at vísa samkenslu. Vit kenna okkum øll máttleys. Vit eru nádd har, vit ikki ynskja at lívið leiðir okkum.

Uttanfyri skínur sólin. Fuglurin syngur og dagurin er bjartur. Dagurin er vónríkur, og vónin troðkar seg inn gjøgnum vindeygað og inn í hvørt lítið hjarta, sum er til staðar.

So verður talað. Tá kemur vónin. Tað verður tosað um Staðin. Staðurin, har Klæmint er staddur. Klæmint er meira á lívi nú enn hann var, tá vit høvdu hann her millum okkum.

Nú kennir hann bert gleði og fullkomleika. Honum væntar einki, og hann kennir ongan sakn, tí Jesus fyllir alt í øllum.

Staðurin. Tað verður tosað um staðin, hvussu vakur og fullkomin hann er.

Ongin kennir størri vón enn tann, sum væntar hendan staðin. Og eingin kennir størri troyst í sorgini enn tann, sum hevur síni kæru trygg í hesum staðnum.

Um stutta tíð síggja vit Klæmint aftur. Og tá kemur ongantíð nøkur skilnaðarstund aftur.

 

Góði Klæmint! Eg eri glað fyri, at eg slapp at vera sunnudagskúlalærari hjá tær. Eg eri so fegin um, at eg var við at fortelja tær um Staðin, sum Jesus gjørdi teg til reiðar at fara til á so ungum árum. Og eg eri so fegin um, at eg slapp at fortelja tær um Staðin, sum Jesus hevur gjørt tær ein bústað til reiðar í. Og har ert tú longu, og nú hevur tú allarbesta bíbillæraran, og tað er Jesus. Hann sleppur at fortelja tær bíbilsøgurnar, eg og foreldur tíni ikki náddu at fortelja tær í tínum stutta lívi.

Kanska eg havi lært teg okkurt, men tú og pápi tín hava lært meg meira. Tá tú seinastu tíðina kom í sunnudagsskúla, vart tú vorðin veikur av sjúkuni. Tú orkaði minni og minni. Men pápi tín bar teg. Og hendan myndin minti meg á, hvussu okkara Faðir ber okkum, tá vit eru veik. Tá vit ikki orka at ganga leiðina, tí hon er ov tung, tá ber Hann okkum.

Og tá Hann ber okkum, tá eru vit trygg, tí tá eru vit nær Hansara hjarta. Og tað er har, Hann ynskir okkum at vera: nær Hansara hjarta, at hoyra Hansara rødd og merkja Hansara hjartasláttur.

Soleiðis minnist eg teg: borin á sterkum faðirørmum í sunnudagsskúla. Og vit vita, at tú nú ert borin á einglaveingjum Heim, Heim í fang Abrahams. Tí har heima eru hinir ævigu bústaðir og herniðri hinir ævigu armar.

-----------

 

Heilsan frá sunnudagsskúlanum

Maria