starvi. Bjarni Djurholm hevur fyrr sagt, at hann fer at arbeiða víðari eftir leistinum hjá Finnboga Arge, og at teir politiskt draga somu línu. Tað eru stór øki, sum Bjarni Djurholm hevur við at gera. Eitt nú [...] Djurholm er kendur sum »miðstaðarpolitikari«, men hann hevur eisini sagt, at uttan eitt sterkt miðstaðarøki fáa vit ikki ment útjaðaran. Eisini hevur hann nevnt, at hann ætlar at gera berghol til Gásadals [...] nú skal hann loysa trupulleikanum við Postverki Føroya, har hann fleiri ferðir hevur róð upp undir privatisering, sum Tjóðveldisflokkurin ikki vil hoyra talan um. Hvat Bjarni Djurholm fer at mæla til,
at føroyskt er minnilutamál, nú danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen, hevur undirritað hann. Hetta hevur danski uttanríkisráðharrin gjørt hóast mótmæli frá landsstýrinum. Tí vil føroyski [...] myndugleikarnir eru danska stjórnin, har hon hevur ábyrgdina fyri mentamálum. Tí heldur føroyski landsstýrismaðurin í mentamálum, at danski mentamálaráðharrin hevur skyldu at tryggja føroyska málinum eina virðiliga [...] spurningum. Millum annað spyr Tórbjørn Jacobsen, um Elsebeth Gerner Nielsen heldur, at danska stjórnin hevur moralskan rætt til einvíst at áseta rættarstøðunma hjá føroyskum máli beint ímóti viljanum hjá føroyingum
apríl í ár. Væl hevur gingist við byggingini. Vallaraheimið er innilokað, og arbeiðið at skila rúmini sundur er byrjað. Hava marknaðarført Áki Jespersen frá Smyril Line sigur, at felagið hevur marknaðarført [...] kemur at kosta um 110 - 125 krónur fyri náttina. Prísurin er 110 krónur um ein hevur vallarakort og 125 krónur um ein ikki hevur vallarakort. ? Hetta er á leið sami prísur, sum í grannalondum okkara, Noregi [...] vallaraheimið kring heimin, í sambandi við summarsiglingina hjá Norrønu. Hann sigur, at úrslitið av hesum hevur verið, at pláss longu eru umbiðin á vallaraheiminum. Fyrstu gestirnir hava bílagt pláss til einaferð
Hevur tú eina »søta« tonn, so gerst tú svangur tá tú hyggur inn í básin hjá Damfar. Har er alskyns góðgæti í pakningum, sum eru so litfagrir at ein hevur hug at eta pakningin eisini. Vit fingu eitt prát [...] er rokna við at fólk fáa gjørt burturav sær, sigur Fróði Olsen. Men Vørumessan hevur ikki bert týdning fyri søluna, hon hevur eisini stóran týdning fyri sosialu samveruna millum sølumenninar, tí hóast teir [...] er ein av trimum sølumonnum hjá felagnum á Vørumessuni. Hann greiddi okkum frá, at henda stevnan hevur tann týdning fyri teir, at teir sleppa undan at ferðast so nógv kring landið fyri at vísa teirra vørur
Danmark. Hann hevur gjørt bronsumyndir av donsku prinsunum, Fríðrikki og Joakim, og kendasti skulpturin hann hevur gjørt í Føroyum er av Nólsoyar Pálli, sum stendur í Vágsbotni. Hans Pauli hevur havt stóran [...] inngongina til húsini. Og tað er eingin mætari enn føroyingurin Hans Pauli Olsen, myndahøggari, sum hevur gjørt hann. Skulptururin eitur "Hjørdis og Skyggen", hann er gjørdur í bronsu og sambært Jacob Saxild [...] eyðkennir Danmark, aftur til tað klassiska. Hann tók ein klassiskan tráð upp, sum danir høvdu slept og hevur verið slóðbrótandi í so máta í Danmark. Ikki færri enn 1000 gestir vóru á hátíðarhaldinum, tá ið nýggju
tilfarið til rættis hevur Fiskirannsóknarstovan, og gjørt sats og uppseting hevur Dagunn Olsen. Hestprent hevur umsitið prentingina og Estra í Gøtu prentað. Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út. Bókin er [...] fyri, hvussu stovnarnir verða røktir, hvussu flotin er settur saman, hvussu fiskað verður, alt hetta hevur alstóran týdning fyri búskaparligu gongdina í landinum og eigur tí at hava áhuga hjá øllum føroyingum
Frits hevur stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og hevur í mong ár verið fakliga virkin sum nevndarlimur í Vága Handverksmeistarafelag. Hann er eisini politiskt virkin javnaðarmaður og hevur í hesum [...] Hetta var í 1951. Hann hevði staðið í læru í eitt ár í Danmark og hjá Petur Mikkelsen í Havn. Frits hevur sum múrari arbeitt víða um í Føroyum. Nevnast kann, at hann var við at byggja fyrsta SEV-verkið í [...] hann stóð fyri múraraarbeiðinum, tá Vesturkirkjan í Havn varð bygd. Umframt starv sum múrarameistari hevur hann eisini átt og rikið sementstoypivirkir bæði í Sørvági og í Havn. Eitt skifti, seinast í sekstiárunum
úrskurð, men málið er alsamt vaksið, og tað hevur tikið tí at seta seg inn í øll viðurskiftini. Men nú eru vit komin so mikið langt, at føroyski bispurin hevur sent okkum sínar viðmerkingar. Tá vit hava [...] fyri, at stríðið hevur tikið seg upp, og tí heldur hann heldur ikki, at úrskurðurin fer at verða rættur móti nøkrum ávísum persóni. Avleiðingar fyri kirjuna Kirkjufólk, Sosialurin hevur prátað við, eru [...] eru sera hørm um støðuna, ið hevur tikið seg upp, og eru tey bangin fyri, at hetta fer at hava keðiligar avleiðingar fyri kirkjuna. Tí vóna tey, at greiða fæst á málinum sum skjótast, so friður aftur valdar
313572. PRÓGV Leygardagin 16. januar hevur Terji Nielsen, Oyndarfirði, lokið prógv sum veikstreymsverkfrøðingur á Århus Ingeniørshøjskole. Levin Lisberg, Hoyvík, hevur fingið sveinabræv sum bakari. Hann [...] Norðragøtu, hevur fingið sveina-bræv sum maskinsmiður. Hann lærdi í Smiðjuni í Gøtu og hjá KJ-Hydraulik í Fuglafirði, lærimeistarar vóru Eli P. Hansen og Kári Johannesen. Hugo Skorastein, Leirvík, hevur fingið [...] Hann lærdi á Skipasmiðjuni á Skála, lærimeistari var Harald Østerø. Joen Pauli Joensen, Miðvági, hevur fingið sveinabræv sum elektrikari. Hann lærdi hjá Thorfinn Nielsen í Miðvági, lærimeistari var Thorfinn
Tað er eingin loyna, at yrkisfótbólturin er komin til landið. HB hevur stungið út í kortið, sum tað fyrsta felagið, ið hevur ein yrkisdeild. Stovnandi aðalfundurin av felagnum verður í komandi viku, og [...] Venjarin er fyrrverandi rumenski landsliðsleikarin, Ion Geolgau, ið hevur leikt 24 landsdystir fyri land sítt, og haraftrat hevur hann leikt yvir 600 landskappingardystir og yvir 50 altjóða dystir fyri [...] felag sítt í Rumenia, Universitatea Craiova. Venjarin kom til landið fyri góðum 4 vikum síðani, og hevur hann vant HB síðan tá! Úr HB frættist, at teir ætla at skriva nakrar sáttmálar aftrat, men tað er