Sigur seg vera skeivt endurgivnan

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, vísir aftur, at hann hevur lagt Tórshavnar kommunu undir at hava leskað byggifyritøkuna Articon við uppgávum gjøgnum persónlig sambond.

Í viðmerking skrivar landsstýrismaðurin soleiðis:

 

»Í sambandi við grein í in.fo í dag, vil Bjarni Kárason Petersen, landstýrismaður, vísa aftur, at hann hevur lagt Tórshavnar kommunu undir at hava leskað byggifyritøkuna Articon við uppgávum gjøgnum persónlig sambond.

 

Tað, sum landsstýrismaðurin hevur tosað við Frihedsbrevet um, er, at tað er ein generellur trupulleiki við manglandi gjøgnumskygni í kommununum, tá talan er um alment útboð t.d. í sambandi við byggiverkætlanir. Manglandi gjøgnuskygni ger, at illgitingar trívast um slíkar avtalur.

 

Landsstýrismaðurin hevur í samrøðuni við Frihedsbrevet hvørki nevnt Tórshavnar kommunu ella byggifyritøkuna Articon, sigur landsstýrismaðurin.«

 

Í greinini á Frihedsbrevet, sum snýr seg um, at Tórshavnar kommuna hevur leskað byggifyritøkuna ArtiCon við arbeiði fyri 385 milliónir krónur, er landsstýrismaðurin endurgivin fyri at siga: 

 

“Tað kann í summum førum tykjast sum, at tað eru persónligu sambondini, sum liggja aftanfyri, hvør fær hvørjar uppgávur”.