- Økt kapping millum fiskavirkir í grønlendsku bygdini, Uummannaq, trýstir prísirnar á svartkalva uppeftir.
Tað skrivar Sermitsiaq.
Sagt verður, at positiva gongdin líkar útróðrarfelagnum og lokala fakfelagnum í Uummannaq.
Í bygdini eru trý fiskavirki.
Á myndini oman fyri sæst fiskavirkið, sum Sigguk Uummannaq Aps eigur, og fiskavirkið hjá Royal Greenland sæst til høgru á myndini.
Sermitsiaq veit at siga, at seinastu seks árni er talið av íbúgvum í Uummannaq vaksið við umleið 200, og soleiðis búgva nú eini 1500 fólk í bygdini.
Sagt verður, at fólkavøksturin hevur ført til størri framleiðsluvirksemi, eins og fiskivinnan í økinum hevur havt framgongd.
Harða kappingin um fiskatilfeingið hevur elvt til, at prísirnir á svartkalva seinastu tíðina eru øktir.
Gongdin hevur eisini givið lokalu útróðrarmonnunum betri fíggjarligar umstøður, eins og fleiri arbeiðspláss eru skapt í Uummannaq.
Meira um gongdina. kann lesast á www.sermitsiaq.ag