HB er í stinnastu útgávu á Skála

Hjá Skála, sum ikki hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar, eru tveir av føstu monnunum ikki á listanum í kvøld

Klokkan 18.30 verður fyrsta bríksl á Skála, har tað eru góð líkindi at spæla fótbólt í kvøld.

 

Í síðsta dystinum í fyrsta triðinginum av kappingini hevur Skála vitjan av HB. Skála hevur tríggjar tær seinastu ferðirnar vunnið ímóti ÍF og B68 og spælt javnt í Vágum

 

HB hevur í kvøld møguleika at leggja seg undir liðina á oddaliðnum Víkingi, sum í gjár tapti 2-1 í Klaksvík. HB hevur vunnið seks tær seinastu ferðirnar við samantalda málmuninum 13-3.

 

Hjá Skála eru Karl Martin Johansen og Nicolai Dohn ikki tøkir.

 

Hjá HB er rættiliga stór kapping um plássini millum teir fyrstu ellivu. Í kvøld eru Magnus Holm Jacobsen og Mohamed Samba og Sammy Skytte, sum hava verið skaddir, á beinkinum saman við eitt nú Mikkel Dahl.

 

Skála – HB: Bjarki Danielsen kl. 18.30.