Heimasíðan - www.kystmagasinet.no - veit at siga, at norska svartkjaftakvotan í ár er á 390.902 tons, harav kvotan í ES-øki er á 198.000 tons.
Av hesum hevur norski uppsjóvarflotin fiskað tey 70.645 tonsini.
Norges Sildesalgslag veit at siga, at fleiri norsk skip aftur hava sett kós móti ES-øki, og talið av norskum skipum um hesar leiðir liggur millum 16 og 18.
- Fleiri av skipunum siga frá góðari veiði og stórum nøgdum av svartkjafti. Men, veðrið hevur verið avbjóðandi.
Sum skilst á www.kystmagasinet.no hava nøkur norsk uppsjóvarskip eisini landað í Killybegs í Írlandi, har skipini fyrst hava bíðað eftir landingartørni í nakrar dagar.
Sagt verður, at svartkjaftur er yvir stór økir á leiðini, og tá fiskiskapurin hevur eydnast best, hevur gingið skjótt at fingið upp í lastina.