Vaktarskifti hjá Floksmonnum

Stuðulsfelagið hjá B36 takkar Hannesi Egholm og Eyðuni Jensen fyri drúgva tænastu

Mynd: (Floksmenn) Ronnie Thomassen og Hannes Egholm

Kenda stuðulsfelagið hjá B36, Floksmenn, hevur á aðalfundi fingið nýggjan formann. Eftir 31 ár í sessinum hevur Hannes Egholm takkað fyri sama. Tað sama hevur Eyðun Jensen, sum hevur verið kassameistari. Nýggjur formaður er Ronnie Thomassen.

 

- Hannes Egholm er farin frá sum formaður í Floksmonnum, eftir heili 31 ár í sessinum. Í hansara stað er valdur Ronnie Thomassen. Á aðalfundinum hjá Floksmonnum seinasta vikuskifti, takkaðu Hannis Egholm, formaður, og Eyðun Jensen, kassameistari fyri seg. Teir báðir hava verið miðleingjan í felagnum í eitt longri áramál, men nú vilja teir lova yngri kreftum framat. Í teirra stað eru valdir Ragnar Egholm og Baldur Egholm, skrivar stuðulsfelagið á Facebook.

 

Nevndin í Floksmonnum sær nú soleiðis út: Ronnie Thomassen, formaður, Kristoffer Lund Diemer, kassameistari, Tórfríða Enghamar, Ragnar Egholm og Baldur Egholm, nevndarlimir. Tiltakslimir eru Johan Johannesen og Kristina Christiansen.

 

##med2##

 

Mynd: (Floksmenn) Ronnie Thomassen og Hannes Egholm