Nú vikuskiftið er lagt afturum, og tað aftur er mánamorgun, sigur løgreglan, at hetta hevur verið eitt av teimum heilt friðarligu vikuskiftunum.
- Vit hava havt fleiri miðvís átøk kring um landið, har vit hava kannað ferðsluna, og vit hava eisini vitjað á skeinkistøðum, men her hevur alt sæð gott út.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tað er bert í einum føri, at ein bilførari hevur verið steðgaður og er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Men, eitt slíkt mál er sjálvsagt eitt mál ov nógv, tí tað verður ongantíð skilagott at koyra ávirkaður.
- Hetta hendi tíðliga leygarmorgunin í Suðuroy, og hesin bilførarin er skuldsettur fyri at koyra við kenning, visti vaktleiðarin at siga í morgun.
Sagt verður annars, at hetta hevur verið eitt av teimum heilt friðarligu vikuskiftunum, og einki mál er skrivað fyri harðskap í náttarlívinum.











