Jón er nýggjur húsavørður

Tað verður Jón Rasmussen, sum loysir Berg Johansen av sum húsavørður í Sjóvar kommunu.

 

Sjóvar kommuna hevur sett Jón Rasmussen í starv sum nýggjur húsavørður hjá kommununi. 

 

- Jón, sum er handverkari, hevur verið í starvi hjá kommununi síðan 2013, og nú fyrrverandi húsavørðurin fór frá fyri aldur, er Jón settur í hetta starv.

 

Tað vita tey í Sjóvar kommunu at siga í dag.

 

Høvuðsuppgávurnar hjá húsavørðinum eru at hava eftirlit við og viðlíkahalda skúlan, heilsumiðstøðina og kommunuskrivstovuna.

 

- Húsavørðurin hevur eisini ábyrgdina av svimjihylinum og varðar av reingerðarfólkunum.

 

Í Sjóvar kommunu leggja tey aftrat, at húsavørðurin eisini hevur ábyrgdina av, at flaggað verður til allar almennar flaggdagar, merkisdagar og jarðarferðir í kommununi.

 

Maðurin, sum varð settur í starvið sum skúlatænari í Sjóvar kommunu hin 1. oktober í 1992, var Bergur Johansen. Seinni varð starvsheitið broytt til húsavørður.

 

Bergur Johansen er nú farin frá vegna aldur, men ger framvegis onkrar tímaløntar uppgávur fyri kommununa.

 

##med2##

 

Borgarstjórin takkar undanmanninum, Bergi Johansen, sum er farin um tey sjeyti, fyri trúgva tænastu.