judofeløgini luttóku í kappingini, og nógv børn vóru møtt upp í Klaksvík, har tey vóru býtt upp í tveir bólkar fyrst. Tey, ið bert hava vant í ár, vóru sett í ein bólk fyri seg, og hini meira royndu í ein annan [...] býtt í tríggjar vektbólkar, -32 kg, -38 kg og yvir 38 kg. Sjálvandi er avmarkað, hvussu nógv av teknikki hesi børnini, ið bert hava vant ein vetur, kunnu vísa, og hvussu væl tey kunnu útinna tann teknikk [...] HJF 2. Jóhan Heini Poulsen, HJF 3. Hjalmar Johannesen, SJF Menninir kappaðust einans í opnum bólki, og har gjørdust úrslitini: 1. Niels Jákup Dalabrúgv, KJF 2. Gunnar Hansen, HJF 3. Oddur Olsen, KJF Harafturat
torførir útidystir móti ávikavist B36 og VB. Í Runavík spældu Torstein Joensen og Tomek Przybylski í miðverjuni, og teir hava báðir smáskaðar at dragast við, Torstein í knænum og Tomek í hælinum. Hjalti Lundsbjerg [...] fjør var 6-0, og eisini í fjør vann ÍF stórsigur á Sumba í steypakappingini. Tí má ÍF metast sum favorittur í dag, og vinna teir aftur, hava teir fýra stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar. Og tað er ikki [...] dystin móti ÍF hevur Sumba heimadyst móti B68, og síðani gongur leiðin til Sands. Eftir hetta verður skráin torførari: Fyrst heima móti HB, so úti móti GÍ og so heima móti KÍ. So sumbingar skulu helst vóna
teg sjálva og arbeiða sakliga og professiónelt. Tað merkir kortini ikki, at kenslur verða hildnar uttanfyri. Tú skalt fyrst og fremst virða tey og tað tey standa fyri, átrúna, mentan, siðir og virði, ið [...] klæðir. Men fyrst og fremst mugu vit gera okkum greitt, hvat tað merkir at taka ímóti flóttafólki og fyrireika okkum væl. Mat, klæði og tak yvir høvdið er eitt, men tað týdningarmesta er at hjálpa teimum [...] umheiminum og á jøvnum føti við onnur lond hjálpa og taka ímóti flóttafólki. Okkara samfelag hevur nógva menniskjansliga orku at geva víðari, og tí eiga vit ikki at avmarka okkum til bert at lata pengar og klæðir
haldi eg, at tað eigur at verða gjørt skjótt, og hesin eigur at byggja á kunnleikan og fólkini, ið longu eru á økinum. Øll stór stig verða fyrst tikin í tí smáa og so kann byggjast omaná alla tíðina. Eg dugi [...] Centre og møguleikarnar stovnurin letur upp fyri. Lillemor Jernquist hevur havt fund við Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum, stovnsleiðarar, læknar, fysioterapeutar og foreldur [...] kann veita øllum teim ymisku bólkunum, ið hava tørv á viðgerð og venjing, tænastu. - Ynskini eru nógv, og tað eru eisini mótstríðandi áhugamál og spenningar, ið gera seg galdandi. Men soleiðis er tað altíð
einum øki og royna at fáa miðspjaðingina at virka. Børnini fyrst avstað Fyrsta dagin fara børnini, Lív og Gyða, avstað til Danmarkar at ganga í skúla. Komandi viku halda Tommy og Maja avstað og skulu m.a [...] uttanfyri. Veðrið er av tí besta henda seinnapart síðst í apríl, og sólin skínur. Innan umsiting og miðspjaðing Tommy og konan Maja vóru fyrst í nítiárunum á skeiði hjá danska felagsskapinum DANIDA. Síðani [...] útsýni yvir Nólsoyarfjørð og inn ímóti Havnini. Og Júst í hesum døgum er útsýnið serstakliga gott, tí eingir urtapottar eru í vindeygunum at forða útsýninum. Tommy Petersen og familjan hava nevniliga pakkað
teir munin á tilknýtinum og viðurskiftunum hjá føroyingum og útlendingum við havið. Tí meðan Søren Ryge hevði staðið niðri á Pollinum í Sumba og veruliga kundi havt komið sær og filmsliði í óføri, vóru [...] nevndi hann havið og brimið, og meðan vit ofta kalla sjógvin »ljótan«, tá hann er kargastur, segði hann seg kunna blanda estetikk upp í sjórokið um veturin. Alt veldst um eygað, sum sær. Og gestsins eyga er [...] í 10 ár, so minnast fólk enn hesar myndir og frásagnir hjá tí ferðandi sjónvarpsmanninum við tí blíðmæltu røddini, ið tó altíð inniheldur ein brodd av ironi og ikki minst sjálvironi. Altíð fangar hann hyggjaran
Frakland, og partvís Týskland og Ongland, meðan í Italia, Spania, Hálandi, og serliga Skotlandi vinna tey størru og ríkaru ár eftir ár. ? Havnin er eitt stórt pláss í Føroyum. Her eru nógvir spælarar, og fleiri [...] Antognoni og Giuseppe Graziani, Girondins de Bordeaux við fronsku stjørnunum Alain Giresse, Jean Tigana, Marius Tresor og øðrum, og Kaiserslautern, har týski landsliðsspælarin Hans Peter Briegel og kendi svenski [...] Ilie Nastase og filmleikastørnan Nadja Comenecs, megnaðu at flýggja úr Rumenia til ávikavíst Fraklands og USA. Og júst eitt ár áðrenn kollveltingini rýmdi kendi verjuleikarin hjá Steaua og landsliðnum,
himmalferðardagur, og 24. mai, sum er 2. hvítusunnudagur. Kristi himmalferðardag skal HB aftur til Klaksvíkar, og B36 hevur heimavøll móti VB, og 2. hvítusunnudag skulu klaksvíkingar í Gundadal og B36 skal til [...] fyri, og hevði talan verið um landskappingardyst sunnudagin, tá teir vundu burturúr ÍF í steypakappingini ? úrslitið var 10-0 ? so høvdu teir verið fremstir. Men nú er tað KÍ, sum er fremst, og hóast [...] longu farin væl upp um tey 38 stigini, og hann fer ivaleyst at hækka, sum komandi vikuskifti nærkast. Nýggj finala Í fjør endaðu HB og KÍ ovast bæði í landskappingini og í steypakappingini. Aftaná tvey tey
eitt hornaspark inn í málið, og tað bleiv 2-0, tá Moises vann kapprenning við hvalbing og skoraði til 2-0. Royn spældi best fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki. Fyrst minkaði Zoran Mancic beinleiðis [...] málinum eftir kontraálop og gott einmansavrik. Royn hevði tvær ferðir bóltin á stongini, men teir gjørdust ov stuttir, hóast teir helst áttu at fingið javnleik eftir dystargongdini og spælbýtinum. Næstu ferð [...] hann í staðin við 2. deildarliðnum í Hvalba móti Royn. Vøllurin í Hvalba er sum kunnugt grasvøllur, og tað sást, at hetta hóskaði seg betur fyri brasilska áleyparan. Hann skeyt tvey av málunum hjá GÍ, sum
frammanundan: At ongin bindandi avtala er millum serlæknarnar og sjúkrasystrarnar um leiðslubygnaðin á Landsjúkrahúsinum. ? Tað stendur klárt og greitt í okkara viðtøkunum, at tað er danska felagið sum ger [...] so okkara arbeiðsmarknaður er so fríur og opin, sum hann kann verða. ? Tað skal ofta ikki meiri enn ein telefon samrøða til, so hevur ein yvirlækni nýtt starv, og tað sum oftast til nógv betri sømdir, enn [...] mál, sum heilsumálaráðharrin skal taka støðu til og tað fara vit at lata Helenu Dam á Neystabø fáa frið til at gera. Men at avtalan millum serlæknarnar og sjúkrasystrarnr er ógyldug, vísir hon aftur. Tað