Áki Bertholdsen
? Serlæknafelagið hevur ikki góðkent avtaluna.
? Og tí kann hon heldur ikki verða bindandi fyri limir okkara í teimum framhaldandi royndunum at gera ein leiðslubygnað á Landssjúkrahúsinum.
Útlit eru aftur til, at rok fer at taka seg upp á Landssjúkrahúsinum um leiðslubygnaðin.
Danska læknafelagið ger nú greitt, at tað vil ikki góðkenna avtaluna, sum føroyska serlæknafelagið og sjúkrasystrarnar gjørdu fyri tveimum árum síðani um leiðsluviðurskiftini á Landssjúkrahúsinum.
Fyri tveimum árum síðani var eisini rok um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum.
Eftir at sjúkrasystrarnar høvdu lagt arbeiðið niður, endaði ósemjan við eini avtalu í millum sjúkrasystrafelagið og føroyska serlæknafelagið um eina felags leislu á Landssjúkrahúsinum.
Avtalan er ógyldug
Men nú hevur danska móðurfelagið hjá føroysku serlæknunum torpederað hesa avtaluna.
Tí danska serlæknafelagið vil ikki góðkenna avtaluna og sigur, at hon er ógyldug.
Í einum brævi til Jóhan Petur Davidsen, sum nú er formaður í føroyska serlæknafelagnum, ger danska
serlæknafelagið greitt, at avtalan er ikki bindandi fyri serlæknarnar.
Føroysku serlæknarnir hava biðið danska móðurfelagið um eina viðmerking til málið, eftir at fyrrverandi formaðurin í føroyska serlæknafelagnum, August Wang herfyri , váttaði í Sosialinum, at avtalað var gjørd ímillum serlæknafelagið og sjúkrasystrarnar um leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.
Men Jes B. Foss í danska serlæknafelagnum ger púra greitt, at danska serlæknafelagið hevur ikki góðkent avtaluna.
? Tí er avtalan ikki bindandi fyri limirnar í teimum framhaldandi royndunum at gera ein leiðslubygnað á Landssjúkrahúsinum, sigur Jes B. Foss, sum hevur havt Føroyar undir sær í danska serlæknafelagnum í ein mansaldur, og sum mangan hevur verið í Føroyum í sambandi við samráðingar.
Hann leggur afturat, at avtalan lýsir neyvan støðuna hjá yvirlæknunum.
? Heldur ikki kann sigast, at avtalan líkist eini bindandi avtalu.
At enda leggur Jes B. Foss afturat, at tað vildi eisini verið óhugsandi, at ein almennur myndugleiki skuldi gjørt eina leiðsluskipan í heilsuverkinum útfrá eini avtalu ímillum tvey fakfeløg.
Einstreingjaða leiðslu
Danska serlæknafelagið sigur eisini, at talan eigur at verða talan um einstreingjaða leiðslu í heilsuverkinum, bæði í sjúkrahúsunum sum heild, men eisini á deildunum.
?Somuleiðis heldur serlæknafelagið, at tað eiga at verða yvirlæknar, sum hava leiðsluna á teimum klinisku deildunum.
? Sostatt vísir felagið ætlanunum um felags leiðslu á Landssjúkrahúsinum frá sær, soleiðis sum tað stendur í avtaluni ímillum serlæknafelagið og sjúkrasystrarnar.
? Eftir hesi avtaluni er ikki talan um eina einstreingjaða leiðslu. Tí tekur ósemja seg upp, skal sjúkrahúsleiðslan taka avgerðina. ? Myndugleikin hjá yvirlæknanum at taka avgerðir er avmarkað til mál, har tað er neyðugt at taka avgerðir í skundi.
Hvørgin vil víkja
Sostatt er væntandi, at stríð aftur fer at taka seg upp á Landssjúkrahúsinum
Tí nú hevur sjúkrahúsleiðarin lagt uppskot fram um eina einstreingjaða leiðslu, har ein leiðari, sum vanliga skal vera ein yvirlækni, skal hava ovastu ábyrgdina. Men samstundis skal ein varaleiðari eisini setast, sum vanliga skal vera ein sjúkrasystir.
Sjúkrasystrarnar gera greitt, at tær vilja undir ongum umstøðum víkja frá kravinum um eina tvístreingjaða leiðslu við eini sjúkrasystir í ovastu leiðsluni á jøvnum føti við leiðandi yvirlæknan.
M.a. hava tær noktað at samráðast við fíggjarmálastýrið um sáttmálaviðurskiftini hjá varaleiðarunum, tí tær góðtaka ikki ætlaða leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum
Og hinvegin vilja yvirlæknarnir undir ongum umstøðum víkja frá kravinum um eina einstreingjaða leiðslu við einum einsamøllum leiðara við evstu ábyrgdini ovast uppi.
Hevði onga heimild
Jóhan Petur Davidsen, formaður í serlæknafelagnum sigur, at svarið frá danska serlæknafelagnum ikki annað enn váttar tað, sum hann visti frammanundan: At ongin bindandi avtala er millum serlæknarnar og sjúkrasystrarnar um leiðslubygnaðin á Landsjúkrahúsinum.
? Tað stendur klárt og greitt í okkara viðtøkunum, at tað er danska felagið sum ger avtalur okkara vegna
? Sostatt hevði føroyska serlæknafelagið hevði heilt einfalt ikki heimild til at gera avtalu við sjúkrasystrarnar um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum.
Ófrávíkiligt krav
Jóan Petur Davidsen leggur dent á, at kravið um eina einstreingjaða leiðslu er heilt ófrávíkiligt hjá serlæknunum.
? Tað er ikki av tilvild, at gongdin allastaðni rundanum okkum, er, at farið verður burturfrá tvístreingjaðum leiðslum á sjúkrahúsum.
? Jóan Petur Davidsen sigur, at hann hevur ongantíð kravt, at tað skal endiliga skal vera ein lækni, sum hevur evstu ábyrgdina
? Eg vil enntá siga, at vit vilja heldur hava, at ein sjúkrasystir hevur ovastu leiðsluna einsamøll, enn at leiðslan verður tvíbýtt.
? So stóran dent leggja serlæknarnir á, at leiðslan verður einstreingjað.
Í síðsta enda verða tað myndugleikin, sum gera av, hvussu leiðslubygnaðurin verður og um tað verður ein lækni, ein sjúkrasystir ella ein fíggjarfrøðingur, sum hevur ovastu leiðsluna.
? Tað eru evnini til at leggja til rættis á einum sjúkrahúsið, sum skulu vera avgerandi fyri, hvør verður leiðsluna.
? Men ein skuldi trúð, at læknar høvdu besta førleikan til hetta, og at teir hava besta innlitið í virksemið á einum sjúkrahúsi.
? Ynskir myndugleikin, at læknar skulu hava ovastu leiðsluna, fara vit at bjóða okkum fram.
? Men tað verður bara, um talan verður um eina einstreingjað leiðslu.
Verður onnur leiðsluskipan sett í verk, ella skulu onnur verða í ovastu leiðsluna, mugu vit góðtaka tað.
? Men so mugu vit gera upp við okkum sjálvar, um vit vilja arbeiða undir eini slíkari skipan.
Jóhan Petur Davidsen vísir á, at yvirlæknarnir eru tænastumenn og teirra arbeiðsviðurskifitini eru grundað á eitt loyalitetssamskifti við arbeiðsgevaran.
? Men vil arbeiðsgevarin ikki virða hetta loyalitetssamskifti, kann ein álitiskreppa skjótt taka seg upp.
? Og so er spurningurin um heilsuverkið yvirlivir eina slíka álitiskreppu.
? Tí tá kann tað skjótt koma hartil, at læknarnir stinga í sekkin.
? Frammanundan eru stórur trupulleikar at fáa serlæknar til Føroyar.
? Men tað er eisini stórt trot á serlæknum í øllum Norðurlondum, so okkara arbeiðsmarknaður er so fríur og opin, sum hann kann verða.
? Tað skal ofta ikki meiri enn ein telefon samrøða til, so hevur ein yvirlækni nýtt starv, og tað sum oftast til nógv betri sømdir, enn hann fær í Føroyum, sigur Jóan Petur Davidsen.
Onki at raffla um
Áki Bertholdsen
? Leiðslan á Landssjúkrahúsinum skal vera tvístreingjað. Tað er framvegis onki at raffla um.
Joan Ziskason, forkvinna í Sjúkrasystrafelag hevur ikki hug at gera nakrar serligar viðmerkingar til leiðslutrupulleikan á Landsjúkrahúsinum beint nú. Hetta er í síðsta enda eitt mál, sum heilsumálaráðharrin skal taka støðu til og tað fara vit at lata Helenu Dam á Neystabø fáa frið til at gera.
Men at avtalan millum serlæknarnar og sjúkrasystrarnr er ógyldug, vísir hon aftur. Tað, sum danska serlæknafelagið førir fram, er sjávmótsigandi. Fyrst sigur felagið, at talan skal vera um eina einstreingjaða leiðslu.
Men so sigur felagið, at hetta er ikki ein fakfelagsligur spurningur.
Joan Ziskason sigur, at avtalan millum serlæknarnar og sjúkrasystrarnar er g aldandi. Munurin er, at tað var sjálvur landsstýrismaðurin, sum bað okkum gera eitt uppskot til leiðslubygnað, tí hevur myndugleikin bundið seg til at fylgja henni, sigur Joan Ziskason.