Næstseinasta vikuskifti varð føroyameistarakappingin fyri einstaklingar í judo.
Øll tey trý virknu judofeløgini luttóku í kappingini, og nógv børn vóru møtt upp í Klaksvík, har tey vóru býtt upp í tveir bólkar fyrst. Tey, ið bert hava vant í ár, vóru sett í ein bólk fyri seg, og hini meira royndu í ein annan bólk. Harnæst vóru tey býtt upp í vektbólkar, sum vanligt er í judo.
Nýbyrjararnir vóru býtt í tríggjar vektbólkar, -32 kg, -38 kg og yvir 38 kg.
Sjálvandi er avmarkað, hvussu nógv av teknikki hesi børnini, ið bert hava vant ein vetur, kunnu vísa, og hvussu væl tey kunnu útinna tann teknikk, ið tey hava lært, men í fleiri førum lá rættiliga væl fyri hjá teimum.
Úrslitini gjørdust:
Dreingir -32 kg, nýbyrjaðir:
1. Bjørn Bjarnarson Andreasen, SJF
2. Eirikur Jákupsson, HJF
3. Ellindur Ólavsson, HJF
Dreingir -38 kg, nýbyrjaðir:
1. Teitur R. Joensen, SJF
2. Hans Sólbjørn Olsen, KJF
3. Steen Rói Lorentzen, HJF
Dreingir +38 kg, nýbyrjaðir:
1. Bjartur Clementsen, HJF
2. Hallstein E. Joensen, KJF
3. Eivind Tauser, HJF
Teir meira royndu dreingirnir vóru býttir í 5 vektbólkar, umframt at fleiri teirra eisini royndu seg í opnum bólki.
Úrslitini hjá teimum gjørdust:
Dreingir -38 kg:
1. David Nilssen, HJF
2. Áki Davidsen, HJF
3. Torvald Abrahamsen, HJF
Dreingir -42 kg:
1. Jógvan Páll Kristiansen, SJF
2. Rani Tómasson, KJF
3. Magni Joensen, KJF
Dreingir -48 kg:
1. Petur Juul Sigurðsson, KJF
2. Jákup Sumberg, SJF
Dreingir -54 kg:
1. Hjalmar Johannesen, SJF
2. Rólant Waag Dam, SJF
Dreingir +54 kg:
1. Jákup Andreas Thomsen, HJF
2. Jóhan Heini Poulsen, HJF
3. Tummas Tómasson, KJF
Dreingir, opin bólkur:
1. Jákup Andreas Thomsen, HJF
2. Jóhan Heini Poulsen, HJF
3. Hjalmar Johannesen, SJF
Menninir kappaðust einans í opnum bólki, og har gjørdust úrslitini:
1. Niels Jákup Dalabrúgv, KJF
2. Gunnar Hansen, HJF
3. Oddur Olsen, KJF
Harafturat varð latið eitt »fightersteyp«, ið verður latið til tann, sum undir kappingini hevði víst størstan kampvilja og bestan teknikk.
Hetta ferðasteypið varð í ár latið til Petur Juul Sigurðsson úr Klaksvíkar Judofelag.