Moises stórtreivst á grasinum

Fótbóltur, 2. deild: Fyri einaferðs skuld hevði Royn ongan fyrimun av heimavøllinum, tí brasilski Moises kendi seg eisini heima á grasinum

Brasilski áleyparin hjá GÍ, Moises, verður ikki mettur sum nóg góður til 1. deildarliðið, sum annars hevur ein álopstrupulleika.

Um vikuskiftið var hann í staðin við 2. deildarliðnum í Hvalba móti Royn.

Vøllurin í Hvalba er sum kunnugt grasvøllur, og tað sást, at hetta hóskaði seg betur fyri brasilska áleyparan. Hann skeyt tvey av málunum hjá GÍ, sum vann 3-2.

Tá tjúgu minuttir vóru spældir, var støðan longu 2-0 til GÍ. Fyrsta málið kom, tá málmaðurin misti eitt hornaspark inn í málið, og tað bleiv 2-0, tá Moises vann kapprenning við hvalbing og skoraði til 2-0.

Royn spældi best fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki. Fyrst minkaði Zoran Mancic beinleiðis upp á hornaspark, og fyrrverandi VB-arin Rógvi Thorsteinsson javnaði eftir trunkaspæl.

Móti endanum trýsti Royn eftir sigursmálinum, men sum so ofta, tá annað liðið trýstir, skorar hitt. Moises stóð eisini fyri hesum málinum eftir kontraálop og gott einmansavrik.

Royn hevði tvær ferðir bóltin á stongini, men teir gjørdust ov stuttir, hóast teir helst áttu at fingið javnleik eftir dystargongdini og spælbýtinum. Næstu ferð skal Royn spæla móti HB í Havn, meðan GÍ fær vitjan av EB/Streymi.