ÍF kann koma upp í toppin

Fótbóltur: Fuglfirðingar kunnu við einum sigri á Sumba koma upp á fýra stig eftir tvey tey fyrstu umførini

Fyri tey flestu var tað eitt sindur óvæntað, at ÍF fekk eitt stig við sær úr Runavík síðsta sunnudag, men um vit hyggja at úrslitunum frá kappingini í fjør, síggja vit, at dysturin NSÍ-ÍF endaði 1-1 (dystirnir hjá ÍF móti NSÍ og B68 endaðu allir fýra við javnleiki).

ÍF vann bert ein dyst í allari landskappingini í fjør. Tað var móti Sumba á heimavølli, og aftur í dag vitja sumbingar í Fuglafirði.

Úrslitið av hesum dystinum í fjør var 6-0, og eisini í fjør vann ÍF stórsigur á Sumba í steypakappingini.

Tí má ÍF metast sum favorittur í dag, og vinna teir aftur, hava teir fýra stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar. Og tað er ikki so galið fyri eitt lið, sum verður mett at fara at liggja í niðara enda.

Hinvegin hevur tað týdning fyri fuglfirðingar at fáa trý stig nú, tí tveir teir næstu dystirnir hjá teimum eru torførir útidystir móti ávikavist B36 og VB.

Í Runavík spældu Torstein Joensen og Tomek Przybylski í miðverjuni, og teir hava báðir smáskaðar at dragast við, Torstein í knænum og Tomek í hælinum.

Hjalti Lundsbjerg, sum er eitt nýtt navn í 1. deildarhøpi, var við í hópinum í Runavík, men hann verður ikki við hesaferð. Tað verður hinvegin Viggo Johannesen, sum ikki var við í Runavík. Hann kann spæla í miðverjuni, um annar av hinum fellur frá.

Fuglfirðingar eru eisini væl fyri við málverjum, tí umframt Rúna Joensen og Alfred Olsen er Erling Joensen nú eisini heima aftur, og kanska fær hann alla fyrru helvt av kappingini við, áðrenn hann fer avstað aftur.


Skulu hava stig næstu tríggjar dystirnar

Sumba tapti 1-6 í fyrsta dystinum í landskappingini, sum var á heimavølli móti B36. Teir hava sum so ikki góð minni úr Fuglafirði, men hetta skuldi verið ein av útidystunum, har møguleikin fyri stigum skuldi verið til staðar.

Allir frá B36-dystinum eru tøkir aftur, og harafturat er Eirikur Joensen heima í løtuni.

Nýggi jugoslaviski áleyparin Nebojsa Veljkovic (har suðuri kalla tey hann Baja), sum longu hevur skotið fleiri mál, var tann einasti, sum kom í bókina hjá dómaranum móti B36, og tí skuldu sumbingar eisini verið fullmannaðir í dag.

Venjarin Birgir Jørgensen hevur havt trupulleikar í hælinum, og Páll Magnar Kjærbæk hevur eisini verið smáskaddur, men teir verða ivaleyst báðir við í dag.

Aftaná dystin móti ÍF hevur Sumba heimadyst móti B68, og síðani gongur leiðin til Sands.

Eftir hetta verður skráin torførari: Fyrst heima móti HB, so úti móti GÍ og so heima móti KÍ. So sumbingar skulu helst vóna at fáa nøkur stig burturúr teimum komandi trimum umførunum, tí annars kann fyrra helvt av kappingini hjá teimum gerast rættiliga soltin.