KÍ vann FM í 1991. Tað hava teir ikki gjørt síðani. Í fyrsta umfarinum í 1992 høvdu teir vitjan av SÍF. KÍ vann 3-1, og á støðutalvuni eftir fyrsta umfarið hetta árið var KÍ ovast. So ovarlaga hava teir ongantíð verið eftir nakað umfar øll hesi árini, sum eru runnin síðani tá.
Men nú eru klaksvíkingar ovastir. KÍ og HB eru einastu liðini, sum hava fult stigatal, nú tvey av átjan umførum í kappingini í 1999 eru løgd afturum, men klaksvíkingar eru fremri, tí teir hava betri málmun. At hava góðan málmun er annars nakað, sum HB plagar at vera kent fyri, og hevði talan verið um landskappingardyst sunnudagin, tá teir vundu burturúr ÍF í steypakappingini ? úrslitið var 10-0 ? so høvdu teir verið fremstir. Men nú er tað KÍ, sum er fremst, og hóast fótbóltsárið er heilt ungt, so er fótbóltsfepurin í Klaksvík longu farin væl upp um tey 38 stigini, og hann fer ivaleyst at hækka, sum komandi vikuskifti nærkast.
Nýggj finala
Í fjør endaðu HB og KÍ ovast bæði í landskappingini og í steypakappingini. Aftaná tvey tey fyrstu umførini í landskappingini eru tey ovast, og bæði liðini eru komin í hálvfinaluna í steypakappingini. Men tað er longu nú greitt, at talan verður ikki um endurtøku av steypafinaluni í fjør, sum var millum hesi bæði liðini. Lutakastið lagaði tað soleiðis, at HB og KÍ skulu hittast í hálvfinaluni, og tað vil siga, at havnarmenn og klaksvíkingar fara at síggja nógv til hvønn annan hesar næstu dagarnar.
Komandi sunnudag skal HB til Klaksvíkar at spæla landskappingardyst. Í fjør vóru meistararnir og steypavinnararnir sannførandi, og úrslitini higartil í ár benda á, at heldur ikki í ár fer HB at verða lætt at taka. Skulu vit nevna ein dyst, har HB ikki verður mett at verða sjálvsagdur vinnari, so er tað, tá teir skulu spæla móti KÍ á útivølli, og tað verður sunnudagin. Í fjør endaði tað 2-2, eftir at klaksvíkingar leikliga høvdu verið omaná tað mesta av tíðini. Nú fara vit at síggja, hvussu styrkismunurin er millum hesi bæði fremstu liðini. Einki er at ivast í, at nógv viðhaldsfólk hjá meistaraliðnum fara norður til Klaksvíkar komandi sunnudag.
Hálvfinalurnar í steypakappingini verða 13. mai, sum er kristi himmalferðardagur, og 24. mai, sum er 2. hvítusunnudagur. Kristi himmalferðardag skal HB aftur til Klaksvíkar, og B36 hevur heimavøll móti VB, og 2. hvítusunnudag skulu klaksvíkingar í Gundadal og B36 skal til Vágs. Finalan verður sunnudagin 4. juli.
ÍF bumba
B36 hevur verið roknað sum upplagt evni til heiðursmerkjapláss, og tað mugu teir framvegis roknast at vera. At teir so at siga mistu tvey stig í Vági dýra biðidag verða teir neyvan einsamallir um at gera. Men teir hava ikki ráð at missa nakað, tá fuglfirðingar komandi sunnudag møta upp í Gundadali.
Út frá tveimum teimum fyrstu umførunum í landskappingini kundi kanska verið roknað við, at ÍF komandi sunnudag fór at møta upp í Gundadali við við størri sjálvsáliti, enn teir nakrantíð høvdu í fjør, men eftir lemjandi ósigurin í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, man tað vera meiri ivasamt, hvussu tað stendur til við sjálvsálitinum hjá ÍF.
NSÍ og VB hava mist nógv
Tað hevur verið tosað og skrivað ikki so lítið um, at tað væl kundi fara at laga seg soleiðis, at VB og/ella NSÍ fóru at standa seg betri í hesum kappingarárinum, enn tey hava gjørt í undanfarnum árum. Tað kann væl fara at vísa seg, at hesi bæði liðini verða drúgv, men nú tvey umfør eru farin aftur um bak í landskappingini, eru bæði NSÍ og VB komin í eina støðu, sum ger, at skulu tey hugsa um toppin, so er longu nógv at vinna inn aftur. Tað hevur altíð verið og er framvegis dýrt at tapa, men síðani reglarnir vórðu broyttir soleiðis, at trý stig verða latin fyri at vinna, er tað eisini dýrt, tá tað endar javnt.
NSÍ hevur ikki enn fingið mál, og teir hava tvey stig, ella vit kunnu siga, at teir hava mist fýra stig, og tað hava teir gjørt í dystum, sum teir áttu at vunnið, um teir skulu gera sær vónir um at enda í toppinum. VB hevur bara fingið eitt stig. Teir hava tapt hini móti báðum havnarliðunum, og tað fara ivaleyst fleiri enn teir at gera, men skal hugsningur vera um endastøðu millum tey bestu, so skal ikki ov nógv missast. Vágbingar skulu til Gøtu sunnudagin. VB hevur fleiri ferðir áður snýtt GÍ í Sarpigerði, og úrslitini hjá GÍ hesar síðstu dagarnar hava verið alt annað enn sannførandi.
B71 og Sumba eru einastu feløgini, sum framvegis eru stigaleys. Sandoyingar hava báðu ferðirnar verið tætt við, og hóast sumbingar vóru undirmannaðir nógva av tíðini, so taptu teir bara tepurt í Fuglafirði. Bæði liðini fáa nýggjar møguleikar sunnudagin. Sumba, sum verður skert, tí tveir spælarar sóu reytt í Fuglafirði, fær vitjan av B68, og B71 skal fyri aðru ferð í Eysturoynna. Teir skulu spæla móti NSÍ, og taka vit støði í avrikunum í tveimum teimum fyrstu umførunum, so er tað ikki púra av leið at rokna við, at B71 hevur møguleika at fáa stig.