ið ikki hava verið sýndar fram áður. Hesar eru teknaðar síðst í 90?unum. Yrkingarnar hjá Óla Jákupi er ein blanding av gomlum og nýggjum tilfari. Hann vil helst ikki siga ov nógv um innihaldið í yrkingunum [...] Í morgin letur upp listaframsýning í Leikalund við myndum og yrkingum hjá brøðurnum Óla Jákup og Tummas Jákup Thomsen Flestu málningarnir/tekningarnir hjá Tummasi eru nýggj verk, gjørd tað seinasta hálvárið [...] fríggjadagin 3. august 2007 klokkan 16, har møguleiki verður at hitta listarmennirnar. Leikalund hevur í hesum sambandi opið til klokkan 19. Eisini leygardagin verður møguleiki til at síggja framsýningina
Mia Koeneman varð útbúgvin listakvinna í 1979 og hevur egið atelier í Eindhoven, har hon undirvísir listafólkum í vatnlitsmyndum. Orsøkin til at Mia Koeneman vitjar í Føroyum er tann at hon fyri meira enn [...] sum seinni fann út av at hálendska nunnan Bernolda, í katólsku kirkjuni í Havn, sum seinni varð nevnd systir Tecla, var fastir Miu. Hetta fekk Bette ikki at vita fyrr enn nøkur ár seinni, tá skipanin hjá [...] skipanini høvdu nunnurnar ikki loyvi at siga frá sínum familjusambondum. Mia Koeneman kom fyrstu ferð til Føroya fyrsta túrin hjá gomlu Norrønu í 1983. Hetta er fjórðu ferð hon er í Føroyum. Hon hevur áður
trúnarvingalógina í Havn í dag var heldur størri enn væntað, sigur ein av valstýrarunum Tá Portalurin vitjaði á valstaðnum í Havn, sum er Snarskivan hjá Tórshavnar Kommunu, um hálvgum ellivutíðina í morgun, vóru [...] varð við. Valstaðið er opið allan dagin til klokkan 20 í kvøld - eisini í kirkjutíð. Tá løgitngsval er, er sunnudagur einasti dagur, har tað ikki er loyvt at halda val, men hetta valið er altso øðrvísi [...] vóru nøkur fólk á vali. Roknað verður ikki við stórari valluttøku, og tí er valstaðið, sum seinastu gott 20 árini hevur verið Høllin á Hálsi, flutt oman í Snarskivuna. Jógvan Martin Mørk, sum er ein av
umsóknin fær ikki jaliga móttøku frá øllum Gongst sum ætlað fer íslendska stjórnin at senda umsókn til ES eina ferð tíðliga í juli ella bara nakrar dagar eftir, at Svøríki hevur yvirtikið formansskapin í samveldinum [...] limaskap, men hann væntar ikki, at umsóknin fær líka góða móttøku allastaðni. -Tað er sjálvandi at fegnast um, at fleiri lond og serliga lond í okkara grannalagi vilja hava limaskap í samveldinum. Men eg veit [...] eru stór limalond, sum eru ímóti, at fleiri lond sleppa uppí, fyrr enn Lissabon-sáttmálin er komin í gildi, sigur Reinfeldt. Hann heldur kortini, at tað eigur at bera til at avgreiða eina íslendska umsókn
men tað handlar um at eta fílin í stykkjum. Praktiska loysnin er at býta landið sundur í smá stykkir og síðani kanna, hvar størstu trupulleikarnir eru. So hevði tað ikki kostað so nógv, sigur Bjørn Patursson [...] Hann greiðir víðari frá, at tað altíð í útgangsstøðinum er keyparin, ið hevur ábyrgdina av økinum. - Óansæð um tað eru kommunur, land ella privat, ið keypa eitt stykki í einum haga, so er tað altíð keyparin [...] sum hevur ábyrgdina av at verja keyptu økini, sigur Bjørn Patursson. Hann er sannførdur um, at tað ikki er gott, at seyður gongur á almennum vegi, men hann er eisini greiðir yvir, at skógvurin trýstir við
tíverri sanna, at lutir, sum liggja í bátum í Havn, eru ov freistandi fyri veikar sálir og langar fingrar. Seinnapartin í gjár varnaðist Jóhan Restorff, bátaeigari í Havn, at ein DNG-snella var burtur úr [...] úr báti hansara, sum lá við Langubrúgv í Havn. - Vit bátaeigarar eiga at kunna líta á hvønn annan. Tað kann ikki vera rætt, at tingini ikki fáa frið, sigur ein Jóhan Restorff við Sosialin. Snellan, sum [...] sum hevur eitt virði upp á einar 30.000 krónur, er tikin úr bátinum í stilluviku, og bara stativið stóð eftir, tá hann kom umborð á bátin aftur aftan á páskir. Tilburðurin er meldaður til løgregluna, sum
Sunnudagin klokkan átta fer Teitur á stóra pallin í nýggja Operahúsinum í Keypmannahavn A Night At The Opera er heitið á konsertini, har Teitur spælir saman við tveimum bólkum úr Danmark Radio ? DR Un [...] Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Teitur og DR samstarva, og herfyri luttók Teitur á DR1 við 40 ára heiðurskonsert fyri The Beatles. Men soleiðis sum skráin hjá DR1 og DR2 sær út nú, er ikki líkt til at [...] við Teiti verður send beinleiðis í sjónvarpinum. Seinasta fløgan hjá Teiti, The Singer, verður rópt hansara besta higartil. Teitur vann stóra heiðurin sum Ársins Sangari í Danmark 2007 á Danish Musich Awards
sum tey høvdu fingið aftur í panti, vórðu íløtini latin inn aftur. Og tað er enntá bara upp á tríggjar mánaðir, tí uppgerðin fevnir um tíðarskeiðið frá í juli til oktober í ár. Ístaðin enda pengarnir hjá [...] tveir triðingar av øllum einnýtisíløtum við øli og sodavatni, sum verða keypt í Føroyum, verða tveitt burtur og verða sostatt ikki latin innaftur, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðu síni. Hvørja [...] ella sodavatni, verður keypt, verður ein ávís upphædd goldin í panti. Men at so fá av teimum tómu íløtunum verða latin innaftur, merkir ikki bara, at nøgdirnar av burturkasti á brennistøðunum veksa. -Tað
ferð á síðulinjuni hjá Aarhus Fremad í dag, sum vitjaði Brabrand. Tað hevur verið arbeitt við uppihaldsloyvinum seinastu vikurnar, og hetta kom endiliga upp á pláss í morgun. Tí kundi fyrrverandi VB, GÍ [...] skulu serliga venja nógv við framrættaða spælinum. Men tað er ikki bara nakað, sum tú brádliga broytir. Vit hava frálíkan hóp, og hóast teir ikki eru vanir við og møguliga ræðast nýggja uppleggið, so fer tað [...] tað at ganga okkum væl, slær Krzysztof Popczynski fast í viðtalu við sport8000.dk. Aarhus Fremad vann 2-0, eftir at tað var málleyst í hálvleikinum. Felagið liggur á sætta plássinum eftir fýra dystir.
Rætturin í New York var ikki í iva, tá hann í gjár skuldi taka støðu í einum máli, sum ákæruvaldið hevði reist um trælahald. Tann 51 ára gamli Mahender Sabhnani og 45 ára gamla kona hansara, Varsha Sabhnani [...] Eisini kom fram, at hjúnini høvdu tikið passini frá teimum, sum tær ikki skuldu sleppa av landinum. Revsingin fyri trælahald í USA er upp í 40 ára fongsul. [...] fleiri milliónum dollarum í bankanum, sigur CNN. Tað var tí einki óvanligt, at tey valdu at fáa sær tvær indonesiskar kvinnur at hjálpa sær við tí dagliga húsarhaldinum, men fyrr í ár kom fram, at tær báðar