Í morgin letur upp listaframsýning í Leikalund við myndum og yrkingum hjá brøðurnum Óla Jákup og Tummas Jákup Thomsen
Flestu málningarnir/tekningarnir hjá Tummasi eru nýggj verk, gjørd tað seinasta hálvárið. Eisini hevur hann eldri tekningar við, ið ikki hava verið sýndar fram áður. Hesar eru teknaðar síðst í 90?unum.
Yrkingarnar hjá Óla Jákupi er ein blanding av gomlum og nýggjum tilfari. Hann vil helst ikki siga ov nógv um innihaldið í yrkingunum, tí sum hann sigur: ?Tær skulu tala fyri seg sjálvar?.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 3. august 2007 klokkan 16, har møguleiki verður at hitta listarmennirnar. Leikalund hevur í hesum sambandi opið til klokkan 19.
Eisini leygardagin verður møguleiki til at síggja framsýningina, tí handilin verðu opin frá 10 til 17.
Framsýningin við Óla Jákupi og Tummas Jákupi Thomsen verður hangandi mánaðan út og er at síggja í vanligari upplatingartíð hjá Leikalund - mánadag til fríggjadag frá 10 til 17.30 og leygardag frá 10-13.