Hálendsk listakvinna í Smiðjuni

Hósdagin 21. juni letur ein framsýning hjá hálendsku listakvinnuni Mia Koeneman upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Á framsýningini eru 40 málningar við ymiskum myndevnum, sum eisini eru úr Føroyum. Talan er um bæði landslagsmyndir og arkitektoniskar myndir.


Mia Koeneman varð útbúgvin listakvinna í 1979 og hevur egið atelier í Eindhoven, har hon undirvísir listafólkum í vatnlitsmyndum.


Orsøkin til at Mia Koeneman vitjar í Føroyum er tann at hon fyri meira enn 40 árum síðan byrjaði brævaskifti við havnargentuna Bette Johansen, sum seinni fann út av at hálendska nunnan Bernolda, í katólsku kirkjuni í Havn, sum seinni varð nevnd systir Tecla, var fastir Miu. Hetta fekk Bette ikki at vita fyrr enn nøkur ár seinni, tá skipanin hjá nunnunum var broytt. Undir gomlu skipanini høvdu nunnurnar ikki loyvi at siga frá sínum familjusambondum.


Mia Koeneman kom fyrstu ferð til Føroya fyrsta túrin hjá gomlu Norrønu í 1983. Hetta er fjórðu ferð hon er í Føroyum. Hon hevur áður havt framsýning í Smiðjuni.


Framsýningin er opin til og við mikudagin 27. juni, allar dagar frá kl. 14 til 18.