Tey siga »ja« í Havn

Valluttøkan til atkvøðugreiðsluna um trúnarvingalógina í Havn í dag var heldur størri enn væntað, sigur ein av valstýrarunum Tá Portalurin vitjaði á valstaðnum í Havn, sum er Snarskivan hjá Tórshavnar Kommunu, um hálvgum ellivutíðina í morgun, vóru nøkur fólk á vali.

Roknað verður ikki við stórari valluttøku, og tí er valstaðið, sum seinastu gott 20 árini hevur verið Høllin á Hálsi, flutt oman í Snarskivuna.

Jógvan Martin Mørk, sum er ein av valstýrarunum, segði, at teirra fatan var, at tað vóru heldur fleiri fólk á vali, enn roknað varð við.

Valstaðið er opið allan dagin til klokkan 20 í kvøld - eisini í kirkjutíð. Tá løgitngsval er, er sunnudagur einasti dagur, har tað ikki er loyvt at halda val, men hetta valið er altso øðrvísi.

Vit spurdu nakrar veljarar, hvat tey høvdu valt, og øll søgdu »ja« til broytingina í trúnarvingalógini - sum ber í sær, at um fyrsta langommubarnið hjá Margretu drotning verður ein genta, so arvar hon trúnuna fram um bróðurin.