Teitur í Operahúsinum

Sunnudagin klokkan átta fer Teitur á stóra pallin í nýggja Operahúsinum í Keypmannahavn A Night At The Opera er heitið á konsertini, har Teitur spælir saman við tveimum bólkum úr Danmark Radio ? DR UnderholdningsOrkestret og DR VokalEnsemblet.

Á heimasíðuni hjá DR stendur, at Teitur og 25 aðrir tónleikarar verða á palli til stóru konsertina sunnukvøldið.

Hetta er ikki fyrsta ferðin, at Teitur og DR samstarva, og herfyri luttók Teitur á DR1 við 40 ára heiðurskonsert fyri The Beatles.

Men soleiðis sum skráin hjá DR1 og DR2 sær út nú, er ikki líkt til at A Night At The Opera sunnukvøldið við Teiti verður send beinleiðis í sjónvarpinum.

 

Seinasta fløgan hjá Teiti, The Singer, verður rópt hansara besta higartil. Teitur vann stóra heiðurin sum Ársins Sangari í Danmark 2007 á Danish Musich Awards, og byrjaði ársins Roskilde Festival við at vera fyrsta navnið á høvuðspallinum Orangescene.

 

Kelda: FO Invasion