Snella horvin í stilluviku

Í stilluviku hvarv ein snella úr einum báti, sum lá við Langubrúgv í Havn.

– Og hetta er ikki fyrstu ferð, at ting hvørva úr bátum, sigur ein firtin Jóhan Restorff, bátaeigari

Enn einaferð mugu vit tíverri sanna, at lutir, sum liggja í bátum í Havn, eru ov freistandi fyri veikar sálir og langar fingrar.

Seinnapartin í gjár varnaðist Jóhan Restorff, bátaeigari í Havn, at ein DNG-snella var burtur úr báti hansara, sum lá við Langubrúgv í Havn.

- Vit bátaeigarar eiga at kunna líta á hvønn annan. Tað kann ikki vera rætt, at tingini ikki fáa frið, sigur ein Jóhan Restorff við Sosialin.

Snellan, sum hevur eitt virði upp á einar 30.000 krónur, er tikin úr bátinum í stilluviku, og bara stativið stóð eftir, tá hann kom umborð á bátin aftur aftan á páskir.

Tilburðurin er meldaður til løgregluna, sum sigur, at tað meiri enn so kemur fyri, at línur, snellur og annað hvørva úr bátum, sum liggja við bryggju.

Jóhan Restorff heitir á fólk, sum hava sæð ella upplivað okkurt illgrunavert, um at seta seg í samband við seg ella løgregluna.