Tað verða so fá einnýtisíløt til øl og sodavatn latin innaftur í handlarnar, at tilsamans hava føroyingar mist yvir eina millíón, sum teir kundu havt fingið, vórðu øll íløtini latin innaftur Meiri enn tveir triðingar av øllum einnýtisíløtum við øli og sodavatni, sum verða keypt í Føroyum, verða tveitt burtur og verða sostatt ikki latin innaftur, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimasíðu síni.
Hvørja ferð eitt blikk,ella okkurt annað einnýtisílat við øli ella sodavatni, verður keypt, verður ein ávís upphædd goldin í panti.
Men at so fá av teimum tómu íløtunum verða latin innaftur, merkir ikki bara, at nøgdirnar av burturkasti á brennistøðunum veksa.
-Tað merkir eisini, at Føroya fólk hevur mist 1,2 millión krónur, sum tey høvdu fingið aftur í panti, vórðu íløtini latin inn aftur.
Og tað er enntá bara upp á tríggjar mánaðir, tí uppgerðin fevnir um tíðarskeiðið frá í juli til oktober í ár.
Ístaðin enda pengarnir hjá seljarum og innflytarum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.









