Ríkfólk í New York dømd fyri trælahald

Eini millióningahjún í New York kunnu fáa upp í 40 ára fongsul fyri trælahald

Rætturin í New York var ikki í iva, tá hann í gjár skuldi taka støðu í einum máli, sum ákæruvaldið hevði reist um trælahald. Tann 51 ára gamli Mahender Sabhnani og 45 ára gamla kona hansara, Varsha Sabhnani, vóru sek í trælahaldi.

 

Sabhnani-hjúnini reka eina heimsumfatandi fyritøku, sum selir luktilsi og smyrsl av ymsum slagi. Fyritøkan hevur gingið væl, og tey bæði hoyra til tað betra slagið við fleiri milliónum dollarum í bankanum, sigur CNN.

 

Tað var tí einki óvanligt, at tey valdu at fáa sær tvær indonesiskar kvinnur at hjálpa sær við tí dagliga húsarhaldinum, men fyrr í ár kom fram, at tær báðar kvinnurnar høvdu arbeitt undir ómenniskjaligum korum. Undir rættarmálinum upplýsti ákærin, at kvinnurnar høvdu arbeitt meiri enn 18 tímar um samdøgrið, og at mánaðarlønin var millum 500 og 800 krónur. Eisini kom fram, at hjúnini høvdu tikið passini frá teimum, sum tær ikki skuldu sleppa av landinum.

 

Revsingin fyri trælahald í USA er upp í 40 ára fongsul.