burturdottið, nú snýr alt seg um lonir, um tú gert nakað til nyttu ella ikki. Tað er líka mikið. Um føroyingum skal verða lív lagað, so má hugburðurin broytast. Fiskurin er í sjónum, ein gáva frá skaparans [...] bløðini hava verið gjølla lisin. Tað er eitt orðatak, ið sigur, at ein statsmaður hugsar um komandi ættarlið, meðan ein politikkari hugsar bert um komandi val. Tað er eisini eitt annað orðatak, ið sigur [...] hjá hesum ættarliðið so høgligt sum gjørligt, tí sum orðatakið sigur, betur er handatak manni livandi, enn lov tá ið látin er. (Giv mig en blomst mens jeg lever). Tit kunnu byrja við at gera pensiónina
Er tað manningin, ella er tað nýggi báturin, sum er orsøkin til, at tað gongur so framúr væl hjá nýggja tíggjumannafarinum, sum NSÍ eigur. Hetta er nakað, sum kappróðrarhugað tosa níogv um í hesum døgum [...] undir venjingina nógv fyrr enn tað, so har er ivaleyst eitt samanspæl av ymsum orsøkum, heldur formaðurin í RSF, Hannis Joensen. Bara kapping um annað plássið Tað var eingin ivi um vinnaran á jóansøku, men [...] higartil í ár vísir hinum manningunum, at tær mugu gera uppaftur meiri við tað, um tað skal eydnast teimum at taka hann, men hetta er ein torførur spurningur, tí eg havi ikki skilt, at teir umborð á Eysturoyinginum
sum skuldu betra um ársúrslitið og sambært ársfrágreiðingini er hetta eydnast so mikið væl, at úrslitið av rasktrinum fyri seinna hálvár var betri enn ætlað. ? Goymslurnar og tapsvandin er munandi minkað [...] minkað og felagið er á tryggari kós. Færri starvsfólk Fyri at betra um raksturin hevur Fiskasølan minkað um aktivitetin. Fiskasølusamtakið eigur fimm fyritøkur uttanlands. Tvær í Danmark, tvær í Frankaríki og [...] Føroya Fiskasølu. Hetta hevði við sær ein lægri rakstrarkostnað og eina neyvari stýring. Leiðslan í Faroe Seafood Danmark er eisini broytt og alt tapsgevandi virksemi hjá felagnum er steðgað. Faroe France
orku til at kappast við okkum sjálvi um veitingar til frálandavinnuna ? tíverri er tað júst hetta, sum er hent. Á hesum stað ætli eg mær ikki at koma við metingum um orsøkir og avleiðingar av hesi kapping; [...] eingin ivi vera um, at tann orka, ið er løgd í hesar ætlanir, eftir mínari hugsan, kundi verið nýtt á ein munandi øðrvísi og skilabetri hátt. Eingin tørvur á út- gerðarhavn(um) fyrr enn um 3-5 ár Politikarar [...] framtíð; eitt politiskt aðalmál, sum eisini er staðfest í frágreiðingini hjá oljuráðleggingarnevndini, sum kom út í fjør. Í mínum hugaheimi er eingin ivi um, at rættast er at virka fram ímóti einum bygnað sum
sjálva, um tólið, um útgerðina, um hennara ferð og megi og allar hennara hentleikar og møguleikar. Tvs. bert um skrokkin, um hylkið. Og hvussu lítið tað hevur snúð seg um sjálvt innihaldið, um sjálva vitanina [...] teldu og internet. Um at vitan er vald og vitan er alt.... Ja ein undrast á um tey yvirhøvur vistu nakað sum helst áðrenn teldan kom í heimin. Men hugsi einaferð um hvussu nógv alt hetta tosið næstan bert [...] skapa tað komandi. Tað er tann stóra avbjóðingin til tykkara, hvat tit so enn fara undir. Tað umráðandi er ikki at tit duga allar hesar remsurnar av sundurpettaðari vitan um hetta og hatta, tað kann ein
spurningin um karmar fyri modernaða vinnu. Skulu vit skapa politiskar karmar um eina modernaða vinnu, so krevst ein fjølbroytt politisk ráðgeving, sum lýst í greinini um politiska ráðgeving. Tað er fjórða [...] breddanum, tá vit viðgera spurningin um karmar fyri modernaða vinnu. Serliga áhugavert er hetta, tá vit hava í huga, at nógv bendir á, at tað ber væl til at bøta um tann almenna sektorin við atliti til [...] Sum tað er lýst í áðurnevndu greinum, so kunnu hesi amboðini samansjóvast í tað eina amboðið: ein útreiðslu- og kunnleikaoptimalum almennum sektor. Eingin sigur, at uppgávan er løtt, men hon er neyvan eins
múrarnar á hesum 103 ára gamla fongsli er rúm fyri 530 fangum. Í løtuni er ikki heilt fullsett, men hetta skyldast, at tað er summar. Tá ið løgreglan er í summarfrí, er altíð ein lækkan í nøgd av fangum. At [...] Nielsen úr Keypmannahavn Vestre Fængsel er eitt tað sikrasta fongslið í danska kongaríkinum. Trupult er hjá fjølmiðlum yvirhøvur at sleppa inn um dyrnar, og enn truplari er tað at sleppa at taka myndir. Eftir [...] fangar hildu, at hetta var at gera mismun. Tekur trý ár at læra til fangavørð Um tú ætlar tær at læra til fangavørð, so skalt tú seta trý ár av til hetta, tí at so long er lærutíðin. Av hesum er bert 10 mánaðir
hevði álagt teimum. Hetta verður, á vísindamáli kallað fyri ein yvirgangsrita. Tað merkir, at talan er um eitt verk, ið skal føra ein persón eitt stig víðari í lívi sínum. Og hetta var júst tað, ið hendi [...] fiskivinnan enn er tann berandi vinnan í samfelagnum. Vit hava nú eitt samfelag, har ið kunningartøknin hevur stóra ávirkan. Kunningartøknin ger, at krøvini til vitan um hana vaksa við rúkandi ferð, um vit so [...] sosialu og mentanarligu gongdini, sum er um allan heim í dag. Tískil er tann nýmótans manndómsroyndin ella kvinnuroyndin ? nú skal tað jú eitast, at rættindini er eins fyri bæði kynini ? at fáa eina m
- alt við tí fyri eygað - at stuðla undir føroysk áhugamál. Alt hetta greiddi virkandi løgmaður, Høgni Hoydal so væl frá. (Røða hansara er á næstu síðu). Sera mong fólk høvdu leitað sær oman á Hafnia henda [...] gestirnar vóru ikki færri enn fýra fyrrverandi løgmenn umframt nú virkandi løgmann. Har vóru fleiri av okkara kendastu vinnulívsmonnum, harav flestu hava lagt frá sær, meðan aðrir enn eru virknir. Og har vóru [...] vørum nýggjar marknaðir. Grind og olja Um grindaspurningin segði hann, at øsingin móti føroyingum var ikki tann sama longur. Sjálvur hevði hann valt at siga sum minst um grindadrápið. Tess meira tú segði tess
koyra so gott sum gjørligt. Tá tað er gjørt, er møguligt at fara at økja um virksemi, men heldur ikki fyrr enn tað. Og tað eru ongar ætlanir um tað fyri framman enn á sinni, sigur Hans Jóhannes á Brúgv [...] úrslitið yvirhøvur er positivt og ikki negativt er, at bygningurin hjá Føroya Fiskasølu yviri við Strond varð seldur til Føroya Sparikassa; og tað er tikið við í roknskapin. Hesum er einki óvanligt í, sum [...] mió. krónur, men stjórin væntar at í hvussu er ein partur av hesum verður vunnin innaftur tá árið í ár er farið aftur um. ? Men treytin fyri at tað hendir er, at marknaðarútlitini ikki broytast stórvegis