Hans Jóhannes á Brúgv hevur fyri fáum døgum síðan framlagt sín fyrsta roknskap sum stjóri á Føroya Fiskasølu.
Men tað er synd at siga, at úrslitið er nakað at reypa av.
Ein umsetningur uppá næstan 900 mió. krónur, men endaliga ársúrslitið er eitt yvirskot uppá einans 447 túsund krónur aftaná skatt.
Men orsøkin til at úrslitið yvirhøvur er positivt og ikki negativt er, at bygningurin hjá Føroya Fiskasølu yviri við Strond varð seldur til Føroya Sparikassa; og tað er tikið við í roknskapin.
Hesum er einki óvanligt í, sum so, men tað gevur eina óvanliga inntøku í roknskapinum uppá knappar 11 mió. krónur, sum annars ikki høvdu verið har.
Hinvegin so er roknskapurin fyri 1997 merktur av at nógvar óvanligar útreiðslur vóru. Knappar átta mió. krónur eru í óvanligum útreiðslum og tær eru farnar til lønir til starvsfólk, sum eru søgd úr starvið og til kostnað av nýggjum verkætlanum.
Primeri raksturin gav hall
Verður hugt eftir tí partinum tað veruliga snýr seg um, at keypa og selja fisk, so er úrslitið vánaligt. Aftaná rentur er eitt hall av tí primera rakstrinum uppá knappar 2,2 mió. krónur.
Í 1996 var eitt lítið yvirskot, uppá umleið eina hálva mió. krónur, men heldur ikki tað var nøktandi.
Vit hava biðið stjóran á Fiskasøluni, Hans Jóhannes á Brúgv, um nakrar viðmerkingar til roknskapin fyri 1997.
Hans Jóhannes viðgongur at roknskaparliga úrslitið fyri 1997 ikki var nóg gott, men leggur afturat, at tað eru nógvar orsøkir til tað og at hann ikki vil inn á tær allar.
Hann sigur tó:
? Ein tann størsta orsøkin til tað vánaliga rakstrarúrslitið er, at Fiskasølan hevði eina rættiliga stóra goymslu, sum eftir øllum at døma ikki hevði tað rætta virðið tá samanum kom.
? Vit hava selt nógv av goymsluni, men vit høvdu ongan møguleika at fáa »rættan« prís fyri vøruna, og tað hevur ávirka bruttovinningin tann skeiva vegin, tíverri.
Leggja dent á føroyskan fisk
Fyri at koma burturúr teimum trupulleikum Fiskasølan var í, avgjørdi nýggja leiðslan at gera grundleggjandi organisatoriskar broytingar.
Endamálið við hesum broytingum var, at lækka kostnaðarstøði og tað málið er rokkið.
Fiskasølan var farin at ganga nýggjar leiðir, fyri at fáa eitt so breitt fundament sum gjørligt. Eitt nú tók ein deild í Keypmannahavn sær av »Internationalari trading« (keyp og søla av útlendskum fiski, blðm.). Men hesir aktivitetir eru niðurlagdir í dag, tí úrslitini vóru ov vánalig.
Hans Jóhannes á Brúgv viðgongur tó, at hesin tankin er rættur, men fyrst má basisforrætningin fáast at koyra. Og hjá Fiskasøluni er hon, sambært stjóranum, keyp og søla av føroyskum fiski.
Tí fer størstur dentur í framtíðini at verða lagdur á at fáa henda partin av Fiskasøluni at koyra so gott sum gjørligt. Tá tað er gjørt, er møguligt at fara at økja um virksemi, men heldur ikki fyrr enn tað. Og tað eru ongar ætlanir um tað fyri framman enn á sinni, sigur Hans Jóhannes á Brúgv.
Marknaðarútlitini eru góð
Tað hevur verið ein øgiligur útviklingur á fiskamarknaðinum í seinastuni. Prísirnir eru bara farnir uppeftir, og tað hava verið røddir frammi, sum hava sagt, at hetta kann ikki fara at blíva við at ganga gott, men sambært stjóranum á Fiskasøluni eru góð útlit fyri framman.
? Samanumtikið eru prísirnir og marknaðurin fyri allar føroyskar vørur góðir í løtuni. Eitt nú er prísurin fyri blokk tvífaldaður síðan seinasta ár, og tað sær ikki út til at tað fer at ganga hinvegin og tað gevur okkum vónir um eitt gott úrslit, sigur Hans Jóhannes.
Fiskasølan hevur enn eitt uppspart hall at vinna innaftur uppá knappar 7 mió. krónur, men stjórin væntar at í hvussu er ein partur av hesum verður vunnin innaftur tá árið í ár er farið aftur um.
? Men treytin fyri at tað hendir er, at marknaðarútlitini ikki broytast stórvegis, sigur Hans Jóhannes á Brúgv.
Gott søluarbeiði er loysnin
Størsti útvegarin hjá Fiskasøluni er Føroya Fiskavirking. Av samlaða søluvirðinum, sum Fiskasølan seldi í 1997, útvegaði Fiskavirking umleið 39 prosent.
Tá nýggju stjóri varð settur á Fiskavirking fyrr í ár, segði hann at teir ætla sær at selja sjálvir, og tað gera teir eisini nú.
Men tað er tó ikki nakað, sum higartil hevur givið Fiskasøluni trupulleikar, sambært Hans Jóhannes á Brúgv.
? Vit samstarva sera væl við Fiskavirking og vit selja enn nógv av tí, sum teir framleiða og eg rokni eisini við at tað kemur at verða so í eina langa tíð fram.
? Kunnu vit bjóða ein betri prís enn teir sjálvir kunnu útvega, so eri eg vísur í at teir fara at halda fram við samstarvinum, sigur Hans Jóhannes á Brúgv.
Málið hjá Fiskasøluni er at selja 50 prosent av føroyskt framleidda fiskinum og hetta eydnaðist sambært tølunum næstan í fjør.
? Men minkar parturin hjá Fiskavirking, so verða vit noyddir at útvega okkum fiskin frá øðrum útvegarum, sigur Hans Jóhannes á Brúgv, sum leggur afturat, at Fiskasølan við sínum stóra »netið« og góða navnið úti í heimið, er tann føroyska sølufyritøkan, sum hevur lættast við at koma í samband við kundarnar.
? Men tað krevur, at vit gera eitt gott søluarbeiðið alla tíðina sigur Hans Jóhannes á Brúgv og leggur afturat:
? Og tað leggja vit sera stóran dent á í løtuni.