týdning, at liðini eru væl samanspæld. EB/Streymur og NSÍ eru dømi um hetta. Spælararnir kenna hvønn annan út og inn, og tað sæst aftur í avrikunum og konseptunum. Ikki minst hjá EB/Streymi. Onnur feløg [...] seg um útsettu uppgerðina í Gundadali millum B36 og NSÍ, sum er sett at vera mikudagin 23. august, og tað snýr seg um dystin í 17. umfari millum EB/Streym og ÍF, sum varð avblástur orsaka av veðri. Tað er [...] sær at halda fram í kappingini um FM og heiðursmerkini. Felags fyri bæði mótstøðuliðini hjá HB og NSÍ er, at tey stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini, og at tey í summar hava skift venjaran út
tríggir á miðvøllinum arbeiða alla tíðina knallhart, og meira enn tí einu ferðina vóru bæði Andrew og Jón Rói afturi at hjálpa. Soleiðis spælir eitt lið, og so leingi HB heldur á við hesum, er ilt at síggja [...] fyrstu landskappingardystirnar, og í so máta var optimisman stór í HB-leguni. Støðan var tó eitt sindur álík henni í fjør, tá GÍ vitjaði í triðja umfarinum. Ta ferðina vann GÍ, og sum árið leið, skuldi tað vísa [...] aftur á vøllin. Hann sendi bóltin inn um verjuna. Jón Rói Jacobsen kapprann við verjuleikara og málverja, og tá unga stjørnan hjá HB fekk prikað inn um málverjan, kundi Rógvi illa gera annað enn at sparka
verður sagt og skrivað um landssjúkrahúsið. Tíðanverri verður einki sagt ella skrivað um tað góða. Alt tað skal eg ikki taka støðu til, men eg havi eina meining. Hon er at tað skal leitast bæði væl og leingi [...] heimin. Tey hava øll alla virðing uppiborna. Gott var at koma heim aftur á Ellisheimið og fáa so hjartaliga móttøku, og har eg fái alla ta hjálp, ið mær tørvar. Jú gott er at kenna, at enn býr fjálgan í føroyska [...] føroyska fólkinum. Til seinast vil eg heilsa øllum, ið um meg vóru við hávirðing og biðja harran um at signa allar hjálpandi hendur.
medvirkar til, at verkafólkið verður skúlað til at kenna mun á vini og fígginda, og støðugt minni á givin lyfti og gjørdar gerðir. Og ikki minst leggur ítøkilig uppskot fram, sum betra tilveruna hjá meiniga [...] privatar hendur. Fylkingin sigur eisini, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark hava prógvað, at broytingar eru neyðugar sum skjótast. Bankamálið má tó ikki gera, at vit gloyma okkara egna leiklut og okkara [...] á landsfundin í vikuskiftinum. ? T. v. s., at hesi fólk meina, at nú stendur væl til, og at kósin hjá Tjóðveldis- og Javnaðarflokkinum tænir arbeiðandi fólkinum. Royndirnar sýna okkum tó, at hesir flokkar
krónur og tá er skúlabarnaflutningur og annar serflutningur uppi í. Men verða øll tey lægstu tilboðini upp á tað privatu koyringina løgd saman, fer Bygdaleiðir at kosta 26 milliónir næsta ár - og tá er [...] fyrr at koyra um morgunin fyri at fáa stundir at koyra øll til Smyril og til arbeiðis og sostatt mugu fólk enn fyrr upp um morgunin - og tey flestu halda ivaleyst, at tað er nóg tíðliga sum er. [...] er tað allarmesta av skúlabarnaflutningi og øðrum serflutningi, ikki talt upp í. Lægsta tilboðið uppá koyringina í Suðuroynni er góðar 4,9 milliónir og tá er ein stórur partur av skúlabarnaflutninginum ikki
eftir dagar og nætur, brotnar vaktir og eini tímaløn, sum ongin man misunna teimum. Vit vistu, at arbeiðið varð lagt í hendinga góðar hendur, tit høvdu prógvað tað frammanundan, á filantropiskum og idealistiskum [...] hoyrdi heima hjá tí almenna og í fróðskaparsetrinum, hildu fleiri. Men í dag hava Annfinnur í Skála og Jonhard Mikkelsen prógvað, at tað letur seg gera. Landið stuðla og vinnan reka Við drúgvu royndunum [...] í verk, góvu bøkurnar út og fingu vinningin, og so skuldi tað almenna stuðla við at goldið framleiðslukostnaðin. - So var skottið greitt, landið stuðlaði mentanararbeiðinum, og kappingarhugurin at útgeva
á alheims marknaðinum og fer hann at fella, so er vandi fyri at vit fáa eitt undirskot í samhandlinum við umheimin og tað hava føroyingar ikki ráð til, skal tosið um fullvekdi og búskaparligt frælsið [...] politikararnar tosa nógv um uppundir valið, og aftaná tað hava vit eisini fingið greiðar ábendingar á tað, eitt nú tá Ráðgevandi nevndin hjá danska forsætisráðharranum var og vitjaði fyri kortum. Tey flestu okkara [...] innflutningurin til beinleiðis nýtslu vaksin við umleið 200 mió. krónum upp á tvey ár og tað er nógv. Kann verða ein vandi Og tað er júst hetta, sum kann gerast ein vandi tá til stykkis kemur. Føroyski útfl
viðurkent og brúkt í flest øllum londum kring okkum. Frælsa valið borgarans og frælsa valið hjá tí almenna at velja bestu loysnina millum tað privata og almenna boðið hevur ment støðið og góðskuna og lækkað [...] bæði alment og privat virksemi luttaka í útboðnum, er, at tænastan fær eitt størri, breiðari og fjølbroyttari fakligt støði at byggja á og at samstarvið við tað almenna og brúkaran gerst betri og sterkari [...] Ásannandi, at tørvurin á almanna- og heilsurøkt í framtíðini bara fer at vaksa, og ásannandi, at tænastustøðið er hægst og ódýrast, har bæði tað almenna og privata samstarva og kappast, eiga vit at skipa so
at “ okkum tørvar, sum altíð, vit og skil” - hvussu tað so skal skiljast? Jólagávan frá okkara kosnu kvinnum og monnum var sær sjálvari lík: Onnur hondin letur, og hin dregur dupult inn. Tey, ið hava [...] vendur í luftini, og áðrenn eg eri liðugur at spyrja, fái eg svarið: tí tað er olmussa! Eg vendi mær hámur burtur og kenni meg næstan sum Ketil, at eg havi dittað mær at spyrja so býtt og uppaftur verri: [...] stýrir øllum politiskum avgerðum og fastheldur Føroyum í eini støðu, har onki broytist, og har vit ikki hava atgongd til altjóða samfelagið, sum kann skapa inntøkur og menning. Hann helt, at skulu vit
hendir í málinum. Hetta verður als ikki fylgt og vit vita tískil ikki, hvat hendir í málinum og um nakað yvirhøvur hendir. Tí eru vit noydd at ringja og rykkja, og tað eru vit sera misnøgd við. [...] tímunum. - Familjuráðgevar eru bara í Havn, eingin slíkur er úti á bygd, og tað sigur okkum so mikið, at familjur og børn á bygd og í Havn ikki eru líka fyri, um koyringin hjá viðkomandi er innroknað stuðlinum [...] millum stovn og brúkara. - Senda vit eitt bræv, eina umsókn ella umbøn, eigur Almannastovan at melda aftur til okkara, tá ið stovnurin hevur fingið brævið, og siga frá, hvør málsviðgerðin er og hvat síðani