Professionelt handverk

HB-GÍ 3-0 (2-0):
Hóast GÍ í løtum trýsti HB, og hóast gøtumenn høvdu bóltin størsta partin av tíðini, so vann HB ein tryggan 3-0 sigur, og halda sostatt framvegis fast um oddasessin

Fótbóltur

Tað var hampuliga stórur spenningur, tá HB fyri fjórðu ferð í ár skuldi royna seg í Gundadali. Higartil hevði oddaliðið vunnið tríggjar teir fyrstu landskappingardystirnar, og í so máta var optimisman stór í HB-leguni.
Støðan var tó eitt sindur álík henni í fjør, tá GÍ vitjaði í triðja umfarinum. Ta ferðina vann GÍ, og sum árið leið, skuldi tað vísa seg, at júst hesin dysturin kanska meira enn nakar annar var viðvirkandi til niðurtúrin, sum HB tá fekk.

Opin byrjan
Sálarliga mundi hetta eisini vera ein týdningarmikil barlast hjá GÍ, og beint sum dysturin byrjaði sást eisini, at teir ikki høvdu nakra ovurstóra virðing fyri HB-liðnum.
Ikki soleiðis at teir alt fyri eitt løgdu trýst móti HB-málinum, men spælið var rættiliga opið hesa fyrstu løtuna. Bæði liðini royndu at spæla seg ígjøgnum, og tó at talan ikki gjørdist um teir heilt opnu møguleikarnar, so stóðust vandafullar støður av, tá liðini bæði royndu at koma ígjøgnum.
Hjá HB var tað serliga við longum diagonalsendingum av miðvøllinum, at møguleikarnir vórðu skaptir, og tað var eisini eftir júst ein av hesum, at fyrsta málið í dystinum kom. Aloftast var Rógvi Jacobsen upphavsmaður til hesar, men hesaferð hevði Uni Arge so hætta sær aftur á vøllin. Hann sendi bóltin inn um verjuna. Jón Rói Jacobsen kapprann við verjuleikara og málverja, og tá unga stjørnan hjá HB fekk prikað inn um málverjan, kundi Rógvi illa gera annað enn at sparka bóltin seinasta pettið í málið.

Ov einstáttað
Sum tað so ofta er hent fyrr í ár, so viðførdi málið, at HB tók seg nakað aftur á vøllin. Í størstan mun royndu teir at leggja dent á verjuspælið, og hetta eydnaðist teimum eisini sera væl. Hóast GÍ hevði bóltin tað nógva av tíðini, so megnaðu teir sjáldan at skapa teir heilt stóru møguleikarnar. Ikki minst tí miðverjan hjá HB tóktist sera stinn í luftspælinum, soleiðis at allar flestu innleggini vórðu beind burtur av vandaleið beinanvegin.
Tað er í hesum sambandi tó vert at leggja til merkis, at gøtumenn hesa løtuna sýndu óvanliga lítið taktist hugflog, við mest sum konsekvent at royna at spæla seg upp ígjøgnum høgru álopssíðu. Um talan yvirhøvur var um nakran veikleika í HB verjuni, so mundi tað vera hinumegin, har Tór-Ingar Akselsen fleiri ferðir hevði hug at liggja nakað frammarliga, og tær fáu ferðirnar GÍ at spæla ígjøgnum í teirri síðuni, eydnaðist teimum eisini fleiri ferðir at koma oman at baklinjuni, soleiðis at bóltar kundu sendast innfyri.
Hóast tað soleiðis eydnaðist HB at halda tætt í verjupartinum, so gjørdist trýstið frá gøtumonnunum alsamt størri. Í longum løtum ferðaðist bólturin kring HB brotsteigin. Varð sparkaður út frá, fyri síðani aftur at fara á hóttandi rundferð sína, men við eitt, so svaraði HB aftur.
Rúni Nolsøe vann bóltin á miðvøllinum, og tá GÍ verjan ikki fann rættiliga útav, hvussu uppgávurnar skuldu býtast, so slepti Rúni inn um, tá báðir í miðverjuni komu ímóti. Andrew av Fløtum helt einsamallur oman móti málinum, og meðan Hallur Hansen ikki visti rættiliga, um hann skuldi bíða ella koma ímóti, rullaði Andrew kølin bóltin í meskarnar.
Tað er ilt at siga, hvat kundi hent, um HB ikki skoraði júst um hetta mundið. Í øllum førum tóktist leikararnir nú somikið moyrir eftir stóra trýsti, at teir av øllum tóktust lætnaðir, nú munurin nú var øktur í tvey mál.

Greiddu skylduna
Tað, sum eftir var av dystinum, mundi fyri áskoðaran í mangar mátar tykjast heldur einstáttað. Ikki endiliga tí at spælið var so keðiligt, men meira tí at HB-liðið sýndi eitt slíkt slag av proffesioalismu, sum tú sjáldan sært tað her heima.
Í verjupartinum stongdu teir fullkomuliga. Tór-Ingar, ið sum nevnt hevði ligið heldur frammarliga, varð í hálvleikinum togaður eitt lítið vet aftur. Miðvøllurin arbeiddi sera hart, so skjótt GÍ kom yvir um miðlinjuna, og so bíðaði HB annars bara eftir, at GÍ framdi okkurt mistakið.
Størsta partin av seinna hálvleiki var tað soleiðis, at gøtumenninir høvdu bóltin, men satt at siga, so eydnaðist teimum ikki at skapa ein hin einasta møguleika. Hinvegin var fleiri ferðir vandi á ferð, tá HB royndi at kontra, og fimm minuttir fyri leiklok varð sigurin fullkomuliga staðfestur. Rógvi sendi diagonalt yvir í høgra borð, har Rúni Nolsøe kom rennandi. Í fullari ferð tamdi liðskaparin og dróg inn um verjuleikara í somu rørslu, og tá hann rullaði flatt inn, stóð Jón Rói Jacobsen púrasta leysur, soleiðis at Hallur í málinum var fullkomuliga seldur.

Besta boðið
Samanumtikið kann ikki sigast annað enn, at HB framvegis tykist besta boðið upp á eitt oddalið, tá tey 18 umførini eru farin. Roknast kundi við, at GÍ var ein veruligur avbjóðari til oddasessin, og enn er kanska ov tíðliga at avskriva teir.
Hóast breiddin í hópinum kann gerast stóri bágin hjá teimum, so telir liðið hópin av góðum fótbóltsleikarum, og ikki minst man miðvøllurin vera ein hin sterkasti í landinum. Tí kann tað eisini undra, at teir ikki í størri mun kundu gera sær dælt av, at HB í somikið stóran mun lat gestirnar um at hava spælið.
Hetta sigur tó eisini nakað um, hvussu sterkt HB liðið er í verjupartinum. Álopsparturin hevur longu prógvað, at hann er ein hin mest vandamikli í landinum, men hesaferð var tað so serliga í verjupartinum, at liðið var imponerandi. Eitt er, at liðið telir somikið frægar verjuleikarar, at tað eru ráð til framhaldandi at hava Hans á Lag úti á bakkinum. Annað er tað, at tá teir eru í verjustøðu, so er tað eitt heilt lið, sum verjir. Teir tríggir á miðvøllinum arbeiða alla tíðina knallhart, og meira enn tí einu ferðina vóru bæði Andrew og Jón Rói afturi at hjálpa. Soleiðis spælir eitt lið, og so leingi HB heldur á við hesum, er ilt at síggja, hvør skal kunna koppa teimum. Gamaní hava fýra teir fyrstu dystirnir verið í Havn, men mótstøðuliðini hava øll talst millum tey á pappírinum torføru, og úrtøkan hjá havnarliðnum talar fyri seg.

Dysturin í tølum
HB-GÍ 3-0 (2-0)
1-0: Rógvi Jacbsen, 17.
2-0: Andrew av Fløtum
3-0: Jón Rói Jacobsen

Dómari: Birgir Sondum: Hevði yvirhøvur eitt gott tak um dystin, og ikki minst var tað gott at síggja, hvussu skjótt hann setti leikararnar upp á pláss, tá einstakar ógvusligar taklingar vóru at síggja.

HB: Bárður Johannesen ? Tór-Ingar Akselsen, Jóhannis Joensen, Jan C. Dam, Hans á Lag ? Rúni Nolsøe, Rógvi Jacobsen, Hallur Danielsen ? Jón Rói Jacobsen, Uni Arge, Andrew av Fløtum
GÍ: Hallur Hansen ? Hans Pauli Petersen, Pól Ennigarð, Leivur Hansen, Áslakur R. Petersen ? Magni Jarnskor, Súni Olsen, Sámal Joensen, Zdizlaw Janik ? Súni Fríði Johannesen, Krzyztof Popczynski