Professionalisma á Landssjúkrahúsinum

Halda Olsen á Ellisheiminum

-----------------

 

 

Nógv verður sagt og skrivað um landssjúkrahúsið. Tíðanverri verður einki sagt ella skrivað um tað góða.

Alt tað skal eg ikki taka støðu til, men eg havi eina meining. Hon er at tað skal leitast bæði væl og leingi eftir slíkari professoinalismu millum starvsfólkið har. Eg var fyri stuttum akutt innløgd - og við fylgjandi operatión.

Tað dygdar arbeiðið, ið har var útført, sigur mær, at tað ikki einans finst á tí deildini, ið eg lá á. Tí er mín konklutión, at á Landssjúkrahúsinum kunnu tey saktans seta seg javnbjóðis við onnur sjúkrahús kring heimin.

Tey hava øll alla virðing uppiborna.

Gott var at koma heim aftur á Ellisheimið og fáa so hjartaliga móttøku, og har eg fái alla ta hjálp, ið mær tørvar.

Jú gott er at kenna, at enn býr fjálgan í føroyska fólkinum. Til seinast vil eg heilsa øllum, ið um meg vóru við hávirðing og biðja harran um at signa allar hjálpandi hendur.