Á tingfundinum í morgin fer løgtingið at viðgera eitt uppskot til samtyktar frá Poul Michelsen um at loyva privata arbeiðsmarknaðinum at bjóða upp á arbeiðsuppgávur innan almanna- og heilsuøkið.
Uppskot til samtyktar ljóðar soleiðis:
»Heitt verður á landsstýrið um at leggja fyri tingið lógaruppskot, sum loyvir privatum, góðkendum fyritøkum javnbjóðis við tað almenna at bjóða føroyska brúkaranum almennar, sosialar vælferðartænastur.«
Í viðmerkingum til uppskotið sigur Poul Michelsen, at prinsippið um fríval ella, at peningurin fylgir borgaranum, tá tað snýr seg um almennar vælferðartænastur, er viðurkent og brúkt í flest øllum londum kring okkum. Frælsa valið borgarans og frælsa valið hjá tí almenna at velja bestu loysnina millum tað privata og almenna boðið hevur ment støðið og góðskuna og lækkað kostnaðin.
Í Føroyum hava vit lítlar og ongar royndir av privat veittum almennum tænastum. Nakrar væl eydnaðar royndir eru tó gjørdar við privatskúlum, og í samgonguskjalinum stendur, at privatskúlar skulu stuðlast og mennast enn meira. Eisini stendur, at lóg um privat universitet skal gerast, sigur Poul Michelsen.
Víðari í viðmerkingunum sigur Poul Michelsen soleiðis:
»Í londunum kring okkum loyvir tað almenna góðkendum, privatum fyritøkum upp í part, tá tænastur innan eldrarøkt, barnaansing, frítíðarvirksemi og heilsurøkt skulu veitast. Tað virkar væl, tá bæði tað almenna og tað privata eru við í útboðnum av somu tænastum. Tá fáa vit tað besta so ódýrt sum gjørligt.
Ein kanning, sum Dansk Industri hevur latið gjørt í 2010, vísir, at umleið 25% av øllum vælferðartænastum verða veittar av privatum. Í hinum EU londunum er hetta prosentið enntá væl hægri. Í kanningini svara spurd fólk, at tey hava fult álit á, at privat virki umsita slíkar veitingar, og halda enntá, at tænastan frá teimum privatu er betri.
Royndir, sum danskar kommunur hava av samstarvinum við privatar útbjóðarar, eru, at hesar eru 15 til 20% bíligari, uttan at góðskan og tænastan eru lækkað.
Ein annar vinningur, sum fæst við, at bæði alment og privat virksemi luttaka í útboðnum, er, at tænastan fær eitt størri, breiðari og fjølbroyttari fakligt støði at byggja á og at samstarvið við tað almenna og brúkaran gerst betri og sterkari.
Ásannandi, at tørvurin á almanna- og heilsurøkt í framtíðini bara fer at vaksa, og ásannandi, at tænastustøðið er hægst og ódýrast, har bæði tað almenna og privata samstarva og kappast, eiga vit at skipa so fyri, at hesin útboðsleistur eisini sleppur at virka í Føroyum.
Fyri at hetta skal lata seg gera verður neyðugt við lóg og ella við kunngerð at tryggja góðkendum privatum fyritøkum henda rætt, m.a. má mvg-gjaldið javnsetast soleiðis, at hetta ikki ger mun á, um tænastan er almennt ella privat rikin. Privatar fyritøkur, sum fáa loyva at bjóða almanna- og heilstænastur, skulu góðkennast og hava neyðugan fakligan førleika at standa fyri og reka tær uppgávur, teimum verður litið til.
Økir, vit tosa um, er rakstur ella partvísan rakstur av verandi og komandi stovnum og tænastum innan eldrarøkt, heilsurøkt, barnagarðar, vøggustovur og frískúlar.
Nú eldraøkið 1. januar 2014 verður yvirtikið av kommunum at umsita, er sera hóskandi, um tað samstundis varð loyvt kommununum at brúka privatar fyritøkur innan økið - bæði á stovnum og heima privat.
Almennir stovnar gjalda ikki mvg av starvsfólkalønum. Verður uppgávan hinvegin útveitt til eina privata fyritøka at røkja, skal fyritøkan gjalda fult mvg av øllum lønum. Kommunur kunnu tó mótrokna 14% av mvg-num, men kortini er munurin 11%, og tað er nóg mikið til, at ein privat fyritøka ikki klárar kappingina.
Í einum svari til ein fyrispurning frá Poul Michelsen í februar 2012 sigur Annika Olsen m.a. soleiðis:
Spyrjarin vísir á, at so leingi almennu Føroyar hava ta fatan, at almenn tilboð og tænastur bert kunnu veitast trygt og gott, um tað almenna stendur fyri og er arbeiðstakari, so fáa vit ongantíð eftirkannað, um tey tilboð og tænastur, sum tað almenna veitir, standa mát við tørv og kostnað.
Rætt er, at vit í Føroyum ikki hava stórar royndir við kapping innan almennar tænastur. Sum borgarligur politikari eri eg fyri, at tað privata tekur uppgávur á seg frá tí almenna eisini á sosiala økinum. Tó meti eg, at ávís fyrivarni mugu takast og farast má fram við stórsta varsemi, tá talan er um útveitan á sosiala økinum.
Tíðin er komin til, at vit - eins og øll onnur lond skulu loyva privatum og almennum virksemi at kappast innan almanna- og heilsuøkið og soleiðis tryggja, at tøk arbeiðsorka og hugflog fáa loyvi at virka í almennu skipanini hetta uttan mun til, um hon er veitt av tí almenna ella tí privata.«