Neyvan nakar gerst kløkkur tá sagt verður at tað gongur væl - ella betri - við føroyska búskapinum enn tað gjørdi fyri fáum árum síðani.
Hetta hava vit hoyrt politikararnar tosa nógv um uppundir valið, og aftaná tað hava vit eisini fingið greiðar ábendingar á tað, eitt nú tá Ráðgevandi nevndin hjá danska forsætisráðharranum var og vitjaði fyri kortum.
Tey flestu okkara vita eisini, at virksemi í landinum er økt tí arbeiðsloysi er fallið rættiliga nógv í øllum økjum í landinum.
At tað gongur betri í Føroyum sæst sjálvandi eisini á innflutningstølunum.
Hesi kunnu m. a. siga okkum hvørjar vinnur hava havt framgongd, og hvørjar kanska ikki hava tað so gott.
Í fjør var nógv tosað um stóru økingina í byggivinnuni.
Hyggja vit eftir innflutningstølunum fyri í ár, so síggja vit, at tað enn er framgongd í byggivinnuni.
Fyrstu seks mánaðirnar í fjør innfluttu vit fyri 83 mió. krónur til byggivirkir, men í ár er hetta tal økt til 90 mió. krónur.
Privata nýtslan økist
Men tað, sum gevur bestu ábendingarnar um at tað gongur betri eru tølini fyri innflutning til beinleiðis nýtslu.
Og hesi tala sítt greiða mál.
Privata nýtslan í Føroyum í ár verður eftir øllum at døma væl hægri enn hon var síðsta ár.
Fyrstu seks mánaðirnar av 1997 innfluttu vit fyri 335 mió krónur til beinleiðis nýtslu og fyri alt árið fyri 710 mió. krónur.
Higartil í ár hava vit innflutt fyri 368 mió. krónur ella 33 mió. krónur meir enn vit gjørdu í fjør.
Um vit nú taka okkum tann frekleika at brúka sama býtið, sum í fjør, so fer innflutningurin til beinleiðis nýtslu í ár at verða uppi á 780 mió. krónum.
Hetta er bert eitt skot, men fer tað at passa, so er innflutningurin til beinleiðis nýtslu vaksin við umleið 200 mió. krónum upp á tvey ár og tað er nógv.
Kann verða ein vandi
Og tað er júst hetta, sum kann gerast ein vandi tá til stykkis kemur.
Føroyski útflutningurin, sum í nøgd er fallandi í løtuni, er so øgiliga nógv tengdur at tí høga fiskaprísinum á alheims marknaðinum og fer hann at fella, so er vandi fyri at vit fáa eitt undirskot í samhandlinum við umheimin og tað hava føroyingar ikki ráð til, skal tosið um fullvekdi og búskaparligt frælsið fullførast.
Men tað er tó skilligt, at føroyingar brúka meiri pening.
Tey eru nógv, sum hava gingið arbeiðsleys í longri tíð og harvið ikki hava havt nógvan pening um hendur.
Hetta hevur gjørt sítt til, at tey ikki hava kunna gjørt neyðugar íløgur ella keyp í teirri tíðini.
Tá nú hesi hava fingið arbeiði, so ber væl til at skilja at tey ynskja at fáa okkurt frá hondini, sum annars hevur bíða.
Men tað er heldur ikki øll søgan.
Lønarlagið í Føroyum er hækkað, hóast tað ikki er hækkað so nógv sum aðrastaðni. Tað merkir, at tey sum á henda hátt hava fingið meiri pening um hendi, hava eisini meiri pening at brúka.
Men tað er ein onnur søga.










