Profilarnir hava stóran týdning

Landsliðsspælararnir vóru serliga eyðsýndir, tá ið HB og NSÍ gjørdu sína skyldu á útivølli móti botnliðum, og vrakaður landsliðsspælari vísti stórform

FORMULADEILDIN 18. UMFAR

Sambært skipanini áttu tveir triðingar av 2006 landskappingini nú at verið avgreiddir. Flestu liðini hava spælt ájtan dystir, men tað ber ikki til at gera støðuna heilt upp eftir átjan umfør, tí einstakir dystir eru framvegis ikki spældir. Tað snýr seg um útsettu uppgerðina í Gundadali millum B36 og NSÍ, sum er sett at vera mikudagin 23. august, og tað snýr seg um dystin í 17. umfari millum EB/Streym og ÍF, sum varð avblástur orsaka av veðri. Tað er ikki avgjørt, nær tann dysturin skal spælast.
Aftur týskvøldið var veðrið við at spæla landskappingini eitt puss. Á Toftum bendi nógv á, at dysturin millum B68 og NSÍ fór at verða útsettur, men so blíðkaði veðrið, og dysturin varð spældur.
Einki óvæntað úrslit var týskvøldið. Skála vann stóran sigur í Vági. Skála tykist vera komið heilt upp í snúðningar, og tað fer ikki at undra, um Skála fer at taka stig frá fleiri av teimum fremstu.
HB og NSÍ, sum nú eru lið um lið á næstfremsta plássinum, vunnu bæði á útivølli. Harvið gjørdu tey tað, sum tað má roknast við, at tey útinna, sum ætla sær at halda fram í kappingini um FM og heiðursmerkini.
Felags fyri bæði mótstøðuliðini hjá HB og NSÍ er, at tey stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini, og at tey í summar hava skift venjaran út. Í fyrstu syftu merkist tað ikki á úrslitunum, at venjarin er skiftur út.
Tað tykist alt meiri víst, at B68 ella ÍF og kanska bæði liðini um níggju umfør mugu tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Eingin hjálp fer at koma frá Skála og til ÍF og B68. Bjargingarlínan hjá øðrum eysturoyar felagnum kann verða VB/Sumba. Avrikið á heimavølli móti Skála var ikki sannførandi.
Tapararnir í oddastríðnum vóru í hesum umfarinum fyrst og fremst KÍ og eisini B36. Stóri vinnarin var EB/Streymur, og eitt stig í Gundadali móti meistarunum kann ikki roknast sum annað enn gott úrslit hjá GÍ.

Profilarnir
Einstaklingarnir hava fleiri ferðir gjørt nógv um seg í ár. Soleiðis var tað eisini hesa ferð. Tað skuldi meiri enn fyrra umfarið til, áðrenn HB fekk bilbukt við ÍF í Fuglafirði. Tá ið tað endiliga eydnaðist at fáa hol á, var tað ein av landsliðsspælarunum, Jákup á Borg, sum so at siga tók søkina í egnar hendur.
Á Toftum var Christian Høgni Jacobsen hjá NSÍ sera eyðsýndur. Hann arbeiddi nógv, hann var við í uppspælinum til fleiri møguleikar, og hann skoraði eitt mál.
Tá ið landsliðsvenjarin í síðstu viku boðaði frá, hvørjar átjan hann ætlar at savna undan Georgia dystinum, var Jónhard Frederiksberg vrakaður. Týskvøldið vísti Jónhard í Vági, at hann avgjørt ikki eigur at verða avskrivaður.
Oddaliðið EB/Streymur eigur bara ein landsliðsspælara. Tað kennist hjá fleiri merkisvert. Hesin landsliðsspælarin er Hans Pauli Samuelsen. Hann er ein av sera týdningarmiklu profilunum á EB/Streyma liðnum, og tað var ikki minst orsaka av honum og tveimum ella trimum øðrum stórum profilum á liðnum, at EB/Streymur kundi fara úr Klaksvík við øllum stigunum.
Konseptið
Profilarnir hava nógv at siga, men samstundis vísir tað seg at hava alstóran týdning, at liðini eru væl samanspæld. EB/Streymur og NSÍ eru dømi um hetta. Spælararnir kenna hvønn annan út og inn, og tað sæst aftur í avrikunum og konseptunum. Ikki minst hjá EB/Streymi.
Onnur feløg hava keypt fleiri spælarar í ár. Teir tykjast at vera profilar, men tá ið alt kemur til alt, er konseptið ikki nóg gott, tí liðini eru ikki samanspæld. Hetta fer heilt víst at hava týdning, tá ið FM og heiðursmerkir skulu lutast út.
19. umfar verður á skránni nú leygardagin. So nógvar broytingar eru í skipanini, at tað ivaleyst er torført hjá summum at fylgja við. Leygardagin sær skráin soleiðis út: B36-KÍ, B68-Skála, EB/Streymur-HB, ÍF-NSÍ og VB/Sumba-GÍ.
Í næstbestu deildini spæla TB og LÍF leygardagin. Hinir dystirnir verða sunnudagin: B71-KÍ, HB-VB/Sumba, AB-Royn og FSV04-SÍ. Flytingarnar eru gjørdar, tí Føroyar mikudagin í næstu viku skulu spæla EM undankappingardyst á heimavølli móti Georgia.