Privatisering: Koyringin minkar meiri enn eina helvt

?Sum er, koyra Bygdaleiðir 360-370 tímar um vikuna í Suðuroy. Tá ið koyringin er blivin privat, fara bussarnir at koyra 130-140 tímar. Sostatt fer tænastan at versna munandi, siga fólk, ið kenna til málið

 

Privatisering


Tað verður eitt stórt afturstig fyri Bygdaleiðir, tá ið busskoyringin fer á privatar hendur á nýggjárinum.

Tað ivast fólk, sum kenna til málið, ikki í.

Keldur, sum hava innlit í málið taka Suðuroynna fram sum dømi.

Í Suðuroy koyra bussarnir hjá Bygdaleiðum 360-370 tímar um vikuna sum er. Men tá ið tær verða privatiseraðar, fara tær bara at koyra einar 130-140 tímar um vikuna.

?Sostatt fer koyringin at minka meiri enn eina helvt.

Keldur okkara hava eisini roknað út, at sum er, kostar koyringin einar 230 krónur um tíman, men at hon fer at kosta góðar 800 krónur um tíman, tá ið hon er privatiserað.

?Í ár kostar øll koyringin hjá Bygdaleiðum 21 milliónir krónur og tá er skúlabarnaflutningur og annar serflutningur uppi í.

Men verða øll tey lægstu tilboðini upp á tað privatu koyringina løgd saman, fer Bygdaleiðir at kosta 26 milliónir næsta ár - og tá er tað allarmesta av skúlabarnaflutningi og øðrum serflutningi, ikki talt upp í.

Lægsta tilboðið uppá koyringina í Suðuroynni er góðar 4,9 milliónir og tá er ein stórur partur av skúlabarnaflutninginum ikki uppi í.

Í løtuni kostar busskoyringin í Suðuroynni umleið 4,8 milliónir, men tá er allur skúlabarnaflutningurin uppi í

Víst verður á, at eftir ætlanini, verður koyringin skerd heilt fitt. Í løtuni koyra sjey bussar, men eftir nýggjár verða teir bara fýra.

?Tvs, at teir mugu byrja munandi fyrr at koyra um morgunin fyri at fáa stundir at koyra øll til Smyril og til arbeiðis og sostatt mugu fólk enn fyrr upp um morgunin - og tey flestu halda ivaleyst, at tað er nóg tíðliga sum er.