at vit kunnu halda fram við samráðingunum millum bretsku stjórnina, teir relevantu ráðharrarnar har, landsstýrið og donsku stjórnina. Uppá fyrispurning um tað kann koma ein skjót loysn á málið, nú føroyingar [...] positiva støðu til at víðariføra samráðingarnar í einum konstruktivum anda, og tað rokni eg við, at vit nú fara at síggja gerast veru-leiki uppá ein skilagóðan hátt. Tað var fyrrverandi landsstýrismaðurin [...] , at norskir myndugleikar hava gjørt sær nógvar royndir í oljuvinnuni seinastu 25 árini, og teir eru nú tilreiðar at greiða føroyingum frá teimum. Erling Grimstad sigur seg vóna, at Føroyar og Noreg kunnu
Vágs Skipasmiðju. 19 mans í arbeiði Spurdur, um Vágs Skipasmiðja hevur merkt nakað til, at vit nú so smátt eru komin inn í oljuvinnuna, sigur Gudmund Jacobsen, at tá borað var í Lopra, merktu teir eitt sindur [...] vita, at vit eru til, sigur stjórin. ? Herfyri kom so eisini fyrispurningur frá veitingarskipi, sum hevði onkrar trupulleikar við skrúvuni, men tá fingu vit ikki tikið nakað skip upp, tí vit skiftu veirin [...] skipasmiðjuna, og nú skjótt 3 ár seinni, metir Gudmund Jacobsen, at rættilig gongd er komin á. Nógv umvælingararbeiði »Akraborg« og »Antaris« hava júst verið til eftirlit, og »Varðborg« verður nú tikin upp til
dreingirnir aktaðu teir. Nú fóru dreingirnir at leita eftir tómum fløskum, plastikkoppum o.t. at blaka á sjógv. Teir vóru so ídnir at leita, at onkur fór í ruskílatið at grava? Nú fóru tveir útlendingar [...] eigur at verða væl stúvað saman og koyrt í ruskíløt, sum verða koyrd á rætta stað. Nú vil eg spyrja teg, hr. blaðstjóra: Eru hesi forboð ikki galdandií Føroyum? Ella er ov lítið gjørt at upplýsa um hetta? [...] Hr. blaðstjóri, eg heiti á teg, at tit fara at skriva um hetta í blaðnum, so vit øll fara at hugsa meir um ta dálking, vit sjálvi fremja. Við tøkk fyri upptøkuna. Alma Bjartalíð
ÍF í trupulleikum Men fuglfirðingar hava trupulleikar. Teir hava nú spælt sjey dystir. Fimm av teimum eru endaði javnir, og tveir eru taptir. Av teimum jøvnu dystunum hjá ÍF er tað fleiri ferðir komið [...] Eliassen fekk sítt annað gula kort í dystinum, og alt endaði við, at vágbingar vunnu 5-2. ÍF hevur nú spælt sjey landskappingardystir uttan at vinna, og jú longur teir bíða eftir tí forloysandi fyrsta [...] útfrá aftur til Mariniak Maciej, sum smekkaði til, og góða skotið sat í netinum. Líktist javnleiki Nú var okkurt um eitt korter eftir, og nógv bendi á, at enn ein javnleikur skuldi leggjast afturat teimum
at loyvt var nú aftur limum at søkja størv í fólkaskúlanum. Komið var næstan undir land við sáttmálasamráðingum við landsstýrið. Andras L. Samuelsen segði, at ársvikarar nú fara í søguna, nú skulu hesir [...] na og hetta ger tað lættari at ávísa, hvat starvið fevnir um. Ætlanin er at arbeiða við hesum, so vit fáa eina føroyska skipan hesum viðvíkjandi Fara frá Ein skipan hevur verið galdandi eina tíð, ið ger [...] Her skal ikki fara í smálutir, men av øðrum áhugaverdum frá aðalfundinum kann nevnast, at ætlanir eru um at geva Barnablaðið út í forvitnisligari sniði og í litum. Annars er nýggj lærarabók á veg við
landinum og so, at vit hava roynt alt, sum er at royna í Føroyum. Vit hava spælt í hvørjum einasta lítla skymaskoti í landinum. Vit hava givið fløgu út, og so hava vit verið á Prix Føroyar. Vit fóru síðan til [...] sera lagaligt við okkum. Nú ella aldrin ?Vit vóna at fólk fara at koma, og tey fara at vera í góðum lag, so vit fáa eina góða konsert. Onkur hevur sagt, at tað liggur illa fyri nú mitt í øllum fótbóltsrokinum [...] og eitt korter. Men vit lova at geva tað best vit eiga hesa løtuna. Hetta er endaspurturin hjá Moirae, so um tú skalt hoyra okkum eina seinastu ferð, so er tað nú! Orsøkin til at vit gevast er, umframt
Føroya Banki næstan vorðin ein »statsbanki«. Í bankanum eru vit tó av teirri uppfatan, at ein privatur banki er betri egnaður til uppgávuna. Tí vóna vit, at landsstýrið ger av at loyva privatum eigarum inn [...] ar er jú tann, at føroyingar einaferð yvirtóku bankan fyri ov stórt virðið - tann tíð tað var. Men nú gevur sami banki eitt rættiliga fitt yvirskot. Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, sigur í samrøðu [...] krónur og tá er uppgerðin varisliga gjørd. Tá er samstundis eisini hædd tikin fyri, at 303 mió krónur eru útgoldnar til partaeigaran, Fíggingargrunnin frá 1992. Og verður bankin seldur, so fara allir pengarnir
Í ár eru liðin tíggju ár síðan Landsbanki Føroya fór undir virksemi. Í fyrstani bert við einum starvsfólki - stjóranum - men so líðandi eru fleiri og fleiri løgd til. Tíggju áradagurin var hildin týsdagin [...] hann hevur verið til og nú var hildið rætt at útvega sær eitt slíkt. Og týsdagin varð vinnarin av búmerkjakappingini útnevndur og búmerki avdúka. Ikki færri enn 180 uppskot vóru komin til kappingina og burtur
feløgini frá 1904 eru altíð áhugaverdir, og serliga í ár er torført at taka dagar ímillum, hvør er betri fyri. Fyri KÍ er tað tó rættiliga óheppið, at ein so týðandi dystur verður spældur nú. Seinasta vikuskiftið [...] Leo Johannesen er komin heim aftur úr útlondum og stendur millum stengurnar í morgin. Eisini Hans Fróði Hansen, sum gjørdist sjúkur beint eftir túrin við landsliðnum í Estlandi, er komin fyri seg og spælir [...] deild á hesum sinni gerast longri enn eitt ár. Tvørámenn eru komnir illa frá byrjan og hava heldur ikki havt eydnuna við sær. Fleiri dystir eru taptir við einum máli, og tað vísir seg jú ofta, at eydnan
stendur rættiliga týðiliga í avtaluna, at vit yvirtóku bankan eftir skeivum fortreytum. Tað stendur heilt greitt, at vit hava vit eru snýtt í bankamálinum og at vit fáa endurgjald fyri tað. Hinvegin fáa [...] yvirtaka Føroya Banka. Vit hava spurt hana, um hon følir seg stungnan í ryggin, nú tað ikki stendur beinleiðis í avtaluni, hvussu stórt endurgjald, vit fáa fyri bankamálið. Vit hava eisini spurt hana [...] Vit kunnu altíð kjakast um, hvør vann, og hvør tapti. Tað eru smádreingir og politikarar óførir til. Men eg haldi, at vit yvirhøvur hava fingið eina góða avtalu. Marita Petersen var løgmaður frá januar