Ársvikarar fara í søguna

Limir lærarafelagsins sleppa nú aftur at søkja starv í føroyska fólkaskúlanum, tí nú er næstan komið undir land við sáttmálasamráðingunum

Dagfinn Olsen


Føroya Lærarafelag hevði aðalfund fríggjadagin 5. juni, grundlógardagin. Yvir 200 limir vóru á fundi. Andras L. Samuelsen segði í formansfrágreiðing síni, at loyvt var nú aftur limum at søkja størv í fólkaskúlanum. Komið var næstan undir land við sáttmálasamráðingum við landsstýrið. Andras L. Samuelsen segði, at ársvikarar nú fara í søguna, nú skulu hesir vera sáttmálasettir lærarar.


Lógin kostar meir

Nýggja fólkaskúlalógin, sum kemur í gildi í næstum, setur stór krøv og kostar tískil meir, men landsstýrið hevur ikki játtað ta upphædd, ið lærarafelagið kundi hugsað sær.

Andras L. Samuelsen segði eisini, at verður meira arbeiði lagt á lærararnar, so má tað fáa avleiðingar fyri lønina.


Allýst arbeiðstíð

Tosað hevur verið um at fáa lýst lærarastarvið neyvari, soleiðis at skilja, at roynt verður at lýsa, hvat lærarar í veruleikanum gera. Talan er um at skipa arbeiðstíðina sum ársverk og at hon verður greinað sundur í undirvísing, fyrireiking, umsjón og annað virksemi.

Andras L. Samuelsen helt tað vera ringt at lýsa lærarastarvið frá 8 til 16. Onnur lond hava fingið allýst arbeiðstíðina og hetta ger tað lættari at ávísa, hvat starvið fevnir um. Ætlanin er at arbeiða við hesum, so vit fáa eina føroyska skipan hesum viðvíkjandi


Fara frá

Ein skipan hevur verið galdandi eina tíð, ið ger at lærarar kunnu fara frá við eftirløn tá teir fylla 60 ár, um teir hava starvast 30 ár sum lærarar. Henda skipan fer úr gildi í 1999 og Andras Samuelsen segði seg ikki vænta, at skipanin verður longd.


Barnablaðið í litum

Her skal ikki fara í smálutir, men av øðrum áhugaverdum frá aðalfundinum kann nevnast, at ætlanir eru um at geva Barnablaðið út í forvitnisligari sniði og í litum. Annars er nýggj lærarabók á veg við upplýsingum um tey ið starvast og hava starvast innan føroyska fólkaskúlan.