Blair og Nyrup tosaðu um undirgrundarmarkið

Mánakvøldið tosaðu danski og bretski forsætisráðharrin um marknaósemjuna millum Føroyar og Bretland. Bíðað verður nú eftir einum útspæli frá nýggja landsstýrinum um, hvat skal henda

Tá danski forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen og bretski starvsbróðurin Tony Blair hittust í Keypmannhavn mánakvøldið at tosa um ES-spurningar brúktu teir eisini ein part av tíðini til at tosa um marknatrætuna millum Føroyar/Danmark øðrumegin og Bretland hinumegin.

Teir báðir samdust sambart Útvarp Føroya týskvøldið um at bera so í bandi, at gongd kemur á samráðingarnar um undirgrundarmarkið, og at tær verða fluttar upp á politiskt stig.

Higartil hava embætisfólk tikið sær av samráðingunum. Poul Nyrup segði við útvarpið, at tað vóru hvørki tíð ella stað til at samráðast beinleiðis um marknamálið mánakvøldið, men hann kendi tað sum eina uppgávu, eisini eftir avtaluna við landsstýrið, at heita á bretska stjórnarleiðaran til konstruktivt at fara inn í samráðingarnar, víðariføra samráðingarnar frá bretskari síðu.

-Eg kann siga somikið, at eg fekk greitt varhugan av, at Tony Blair er hugaður fyri, at vit kunnu halda fram við samráðingunum millum bretsku stjórnina, teir relevantu ráðharrarnar har, landsstýrið og donsku stjórnina.

Uppá fyrispurning um tað kann koma ein skjót loysn á málið, nú føroyingar eru so altráðir at fara í gongd við eina oljuvinnu sigur Poul Nyrup Rasmusssen, at hetta er sera torført at meta um. -Men tað var mín varhugi frá fundinum við Blair mánakvøldið, at bretski forsætisráðharrin hevði eina positiva støðu til at víðariføra samráðingarnar í einum konstruktivum anda, og tað rokni eg við, at vit nú fara at síggja gerast veru-leiki uppá ein skilagóðan hátt.

Tað var fyrrverandi landsstýrismaðurin Edmund Joensen, sum í januar mánað heitti á Poul Nyrup Rasmussen um at taka málið upp við Tony Blair. Herfyri segði nýggi løgmaður Anfinn Kallsberg, at nýggja landsstýrið vildi lata spurningin hvíla, til tað hevði kunnað seg við málið.

Tað eru annars bert fáir dagar síðani, at bretski uttanríkisráðharrin,Robin Cook í einum hjartaligum brævi til løgmann segði seg vóna, at marknamálið kundi loysast sum skjótast og til gagn fyri bæði londini.


Løgmaður boðin at vitja Noreg

Tilboðið til Føroya løgmann at vitja Oljunoreg stendur við. Undanfarni løgmaður Edmund Joensen var boðin at vitja Noreg og síggja oljuvinnuna har, men hann settist aftur í Vágum orsakað av vánaligum veðri. Nú siga tíðindi úr Noregi, at innbjóðingin stendur við. Erling Grimstad, politiskur ráðgevi hjá norska oljumálaráðnum, sigur, sambart útvarpinum, at norskir myndugleikar hava gjørt sær nógvar royndir í oljuvinnuni seinastu 25 árini, og teir eru nú tilreiðar at greiða føroyingum frá teimum.

Erling Grimstad sigur seg vóna, at Føroyar og Noreg kunnu samstarva á oljuøkinum eins og tey gera á fiskivinnuøkinum. Enn er ikki avgjørt, nær løgmaður fer til Noregs. Tó roynir norska sendistovan í Keypmannahavn, sum eisini umsitur Føroyar, at finna ein hóskandi dag til vitjanina.

Norski forsætismálaráðharrin Kjeld Magne Bondevig segði annars við Sosialin herfyri, at um Føroyar fingu sín egna oljumálaráðharra eftir valið, so fór innbjóðingin eisini at verða send til hansara.