Knappliga kom ein flokkur av smádreingjum (7-8 ár kanska), úr salongini og út á dekk. Teir vóru so spentir og glaðir og ein av teimum hevði eina plastfløsku í hondini. Hetta var ein fløskupostur, og allir vildu vera hjástaddir, tá hetta bleiv blakað fyri borð. Alt gott um hetta. Har vóru 2-3 vaksnir við teimum og dreingirnir aktaðu teir.
Nú fóru dreingirnir at leita eftir tómum fløskum, plastikkoppum o.t. at blaka á sjógv. Teir vóru so ídnir at leita, at onkur fór í ruskílatið at grava?
Nú fóru tveir útlendingar við liðina á mær at órógvast, hetta var ikki rætt. »Tað er als ikki loyvt at blaka plastikk á sjógv«, søgdu tey fleiri ferðir hvør við annan. Men tað sást skilliga, at hetta vistu hvørki dreingirnir ella leiðarar teirra.
Tá peikaði annar útlendingurin á eitt uppslag á enskum Har vóru 4 tekningar av sama skipi í 4 støddum og teksturin segði, at tað er ikki loyvt at blaka rusk ? serliga plastikk ? á sjógv. Tað eigur at verða væl stúvað saman og koyrt í ruskíløt, sum verða koyrd á rætta stað.
Nú vil eg spyrja teg, hr. blaðstjóra: Eru hesi forboð ikki galdandií Føroyum? Ella er ov lítið gjørt at upplýsa um hetta?
Eg veit, at skótar læra at fara væl um náttúruna, at taka upp eftir sær, so einki órudd sløðist. ? Kanska eiga ítróttarfeløg oo. at gjørt meira við at upplýsa og læra tey ungu um hetta heilt frá byrjan. kanska er ov lítið tilfar um hetta á føroyskum, ? eg veit ikki.
Eitt orð til KER-ís, MB og FÓM: Hugsið um litføgru íløtini hjá tykkum. Tey rigga væl á handilshillini, men hava tit gjørt tykkum nakrar tankar um, hvussu tey »rigga í náttúruni, gøtuni, í fjøruni, tá tey eru tømd? Ber ikki til næstu ferð, tit hava nýtt at bjóða, at tit brúka okkurt, ið skjót-ari forferst og møguliga við eini áminning um at »verja náttúruna« ella »ikki at dálka«?
Hr. blaðstjóri, eg heiti á teg, at tit fara at skriva um hetta í blaðnum, so vit øll fara at hugsa meir um ta dálking, vit sjálvi fremja.
Við tøkk fyri upptøkuna.
Alma Bjartalíð