Fingu meir enn teir bóðu um

Tað er niðurstøðan í Jyllandspostinum í samband við samráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina týsdagin. Føroyingar bóðu um 1,5 mia. krónur, men í veruleikanum fingu teir eisini ein heilan banka við í keypinum, skrivar blaðið

Úrslitið av samráðingunum millum landsstýrið og donsku stjórnina var eftir øllum at døma so gott, at tað hevur givið endurljóð í gongunum á Christiansborg og í donsku fjølmiðlunum.

Jyllandsposturin er ein teirra og teir gera rættiliga fitt burtur úr samráðingunum landanna millum.

Í eini grein undir heitinum »Góð avtala fyri Føroyar« verður tikið afturí aftur tað, sum føroyingar í veruleikanum hava fingið.

Har stendur millum annað:

»Umframt at hava fingið eina niðurskriving og niðurfrysting av skuldini uppá 1,4 mia. krónur yvirtekur Føroya Landsstýrið samstundis størsta bankan í Føroyum.

Og Føroya Banki - sum einaferð var eitt fallitbúgv - er í dag verdur meir enn eina milliard krónur.«

Upprunin til samráðingarnar er jú tann, at føroyingar einaferð yvirtóku bankan fyri ov stórt virðið - tann tíð tað var. Men nú gevur sami banki eitt rættiliga fitt yvirskot.

Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, sigur í samrøðu við blaðið, at um tað eydnast landsstýrinum at selja bankan til privatar partaeigarar, so hava føroyingar ikki bara fingið endurgjald fyri partabrævabýti. So hevur landskassin fingið hvørja krónu aftur, sum hann lat frá sær í samband við bankabjargingarnar í 1992 og 1993.

Lennart Lynge Andersen, sum er professari í kredittrætti við Handilsháskúlan í Keypmannahavn, sigur, at tað er ein løgin støða.

? Føroyingar fáa eftirgivið nógva skuld og samstundis varðveita teir bankan, sum teir kunnu selja víðari til privatar partaeigarar. Tá enda pengarnir í landskassanum.

Professarin samanlíknar tilfeldið við tá danski staturin privatiseraði TeleDanmark. Tá endaðu pengarnir í statskassanum.


Yvirskot í bankanum

Blaðmaðurin festir seg við, at bankin síðani kreppuna er farin at geva yvirskot.

Eginogn bankans er gjørd upp til 828 mió. krónur og tá er uppgerðin varisliga gjørd. Tá er samstundis eisini hædd tikin fyri, at 303 mió krónur eru útgoldnar til partaeigaran, Fíggingargrunnin frá 1992.

Og verður bankin seldur, so fara allir pengarnir í landskassan, sigur blaðið. Tann parturin av altaluni, sum viðvíkur niðurfrystingini, nevnir bert olju. Hann nevnir einki um at staturin skal hava pengar aftur, eitt nú um bankin verður seldur.

Harafturat festir blaðmaðurin seg við, at tað í Noregi og Svøríki hevur víst seg at verða góður handil at bjarga bankum.

Har hevur »bjargingarmaðurin« væl og virðiliga fingið pengarnar aftur, stendur í greinini í Jyllandspostinum.


Altíð ætla at privatisera bankan

Fyrsti formaðurin í Fíggingargrunninum, Richard Mikkelsen, hevur eisini úttalað seg til Jyllandspostin.

Hann er tó ikki so bjartskygdur, sum hinir í sínari meting.

? Ætlanin við Fíggingargrunninum var at hann skuldi verða ein skjøldur móti politiskari ávirkan, meðan føroyski búskapurin varð endurreistur. Men tað hevur alla tíðina verið ætlanin at bankin aftur skal privatiserast, sigur hann.

Richard Mikkelsen metir tað tó fara vera toført at selja bankan til tað veruliga virðið.

? Tað finnast ov fáir pengasterkir keyparar í Føroyum til at kunna yvirtaka bankan til tað rætta virðið, sigur Richard Mikkelsen.


Eiga at royna

Stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, heldur tó, at tað eigur at roynast - og ongantíð ov skjótt.

? Við hesi avtaluni er Føroya Banki næstan vorðin ein »statsbanki«. Í bankanum eru vit tó av teirri uppfatan, at ein privatur banki er betri egnaður til uppgávuna. Tí vóna vit, at landsstýrið ger av at loyva privatum eigarum inn aftur í bankan. Og best var, um allir partaeigararnir vóru privatir, sigur Jørn Astrup Hansen