samráðingarborðið, at ein ávísur landsstýrismaður samráddist við fyrivarni fyri, hvat løgmaður møguliga fór at siga um úrslitið. - Tá bóðu vit um at fáa løgmann til samráðingarborðið, so at samráðingarnar [...] arbeiðsmarknaði er, at samráðingar fara fram undir skipaðum viðurskiftum, og at talan er um veruligar samráðingar. Tann, sum situr við samráðingarborðið, má hava fult mandat til at taka avgerðir, ella [...] heilt einfalt taka annað skinn um bak, tí hetta er at halda mótparin fyri tað turra spott, sigur Jógvan Mørkøre. Vantandi skipan Hann heldur harumframt, at verandi støða er eitt tekin um vantandi skipan á
Pensjónista sigur, at vit vita, at ein goð og vælskipað heimahjálp, at útbering av døgurða til einsamøll gomul, at tiltøk, sum tilhaldini fyri eldri seta í verk, eru alt tiltøk, sum eru við til at hækka lívsvirðið [...] á eldraøkinum nú at skerja hesi gagnligu tiltøk, sigur Landsfelagið í brævi til politisku flokkarnar. Felagið sigur, at skerjingarnar, sum nú eru upp á tal, fara at føra við sær, at alsamt fleiri og fleiri [...] MYND AV PENSJÒNISTUM: Verða umrøddu skerjingar settar í verk á eldraøkinum, fer tað at føra til, at nógv fleiri fara at søkja á stovn og tað er munandi dýrari fyri samfelagið, sigur landsfelagið hjá pen
Lønarhækkingar føra til sparingar Landsstýrismaðurin í fíggjamálum sigur, at tá ið hann varð uppringdur í nátt, fekk hann at at vita, at tað var 1%, sum skilti SEV og maskinmeistarafelagið. ? Hvørt prosent [...] eisini at hava hall á fíggjarlógini næsta ár. Men tað er eisini greitt, at hallið kann ikki vera størri enn í ár. Bárður Nielsen vísir á, at í hesum døgum verður verður so nógv spart hjá tí almenna, at døgverðin [...] brúktur sum fordømi Hann ásannar, at hóast tað her er talan um ein sáttmála ímillum tann kommunala felagsskapin, SEV og maskinmeistarafelagið, er tað so í praksis, at hann fer at verða brúktur sum grundarlag
heimavølli móti einum av mittaru staddu liðunum eigur hetta at geva tvey stig. Men sum heild má sigast, at tað í ógvuliga lítlan mun var B36, sum sýndi, at teir skuldu hava trý stig fyri dystin. Teir høvdu kanska [...] bólturin valla á B36-hálvuni, men tað gekk tó sera striltið at koma fram til nakrar veruligar málmøguleikar. Í hesum kundi eisini verið líkt til, at tann annars so krútsterki B36-miðvøllurin var ein forðing [...] brutu ígjøgnum. Trupulleikin í hesum var tó, at gjøgnumbrotini einamest komu burtur úr djúpum renningum frá Allani Mørkøre, og tá hann so ikki var inni í feltinum at taka ímóti, gjørdist uppgávan hjá Pacek
Ullevi stadion. Hetta varð gjørt fyri at fínpussa formin og fyri at venja seg við at renna á rennibreyt í kapping við nógvar aðrar góðar rennarar. Nú er so bert eftir at síggja, hvussu leikur ferð fram á [...] primert nýtt til at fáa føling við at renna á bana móti nógvum øðrum rennarum, so úrslitið skal - hóast gott - takast við fyrivarni. Cecil Weihe (Bragdið), sum er mest kendur fyri at renna Marathon, luttekur [...] Boga. So um kappingin lagar seg sum hon ofta gerð á oyggjaleikum, so er væl møguligt, at spurturin hjá Boga kemur at geva enn eitt heiðursmerki - og kanska gull hesaferð. Guttorm Sørensen (Treysti) er okkara
karar fáa høvi at velja uttan at noyðast at biðja um tað. Og uppstilling og val skulu fyriskipast, so eitt veruligt orðaskifti fæst um ætlanirnar við Lív. Vit vóna at fáa stuðul til at gera arbeiðið liðugt [...] tryggingartakarunum. Ikki bert at tryggja at landsstýrið loksins letur tryggingartakarum aftur helvtina av ognini, áðrenn heystið er farið afturum, men somuleiðis at góðkenna, at tann, sum fær hina helvtina [...] ella við árslok koma at snúgva seg um. Tað, sum nú ræður um, er at tryggja okkum, at vit fáa avtalaða partin av ognini aftur til felag, ið er okkara, so vit umsíðir kunnu siga, at vit hava fingið innlit
Eyðunsdóttir ?????????? Gott kvøld Tað er ikki hissini uppgáva at fáa, at skula hugleiða um mentan. Neyðugt er at avmarka seg, og eg fari tí at royna at halda meg til hvussu er vorðið við nøkrum av teimum yvirskipaðu [...] mentanarliga menning. Vit eiga at hava í huga at býurin fer at vaksa. Í dag búgva 19000 fólk í kommununi, og tað tykist sum alt fleiri hava hug at flyta henda vegin. Tað haldi eg er at fegnast um, tí eitt størri [...] eg, við hesum hugskoti er, at veðrið í Føroyum stundum er so ómentað sjálvt á summartíð, at tað illa riggar at hugna sær og framføra úti. Tí kundi ein loysn møguliga verið at torgið var lutvíst innilokað
játtað at flyta, hava sýtt fyri, at teirra nøvn verða almannaknngjørd. Ísraelska stjórnin sigur, at málið um at niðurleggja fleiri niðursetubygdir verður ikki tikið uppaftur, og at stjórnin fer ikki at slaka [...] endurgjald, aftur fyri at tey noyðast at flyta frá húsi og heimi. Sambært blaðnum Yedioth Aharonot hava 450 av teimum umleið 1500 húskjunum tikið av tilboðnum frá stjórnini um at búseta seg í bygdum tætt [...] hava hótt við at seta seg upp ímóti myndugleikunum, og summi hava eisini hótt við at taka til vápnini, gerst tað neyðugt. Tí er spenningurin sera stórur, og tað er ivaleyst orsøkin til, at tey, sum hava
uppskot um at grava ein 180 kilometrar langan tunnil frá Reyðahavinum til Deyðahavið og at leiða vatn tann vegin. Arbeiðið verður mett at kosta næstan 20 milliardir krónur, og Heimsbankin hevur lovað at fíggja [...] jordanar eru samdir um at gera okkurt fyri at bjarga Deyðahavinum. Okkurt má gerast, tí tey seinastu 50 árini er vatnstøðan fallin heilar 27 metrar, og vatnið minkar framvegis. -Bara tað, at vit kunnu tosa um [...] Men enn eru fleiri ósvaraðir spurningar. Summi halda, at tunnilin kann fáa óhepnar avleiðingar fyri tey sjáldsomu koralrivini í Reyðahavinum, og at vatnleiðingin eisini kann fáa aðrar umhvørvisligar avleiðingar
bannaðan hund inn í landið, skulu tey ikki halda, at tey eru sloppin. ? Í lógini stendur, at tað ikki er loyvt at innflyta og hava nøkur ávís hundasløg. T.v.s., at hóast hundurin er komin inn í landið, kunnu [...] honum aftur, um vit fáa frænir av, at hann er ólógligur, greiðir Ingibjørg frá. Ingibjørg sigur, at tað er komið fyri, at hundar eru slopnir inn í fyrsta umfari, men at tey so seinni hava funnið okkurt ivasamt [...] djóralækni á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Kann vera torført Ingibjørg sigur, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan krevur ikki at síggja eina ættartalvu fyri hundin. Men tey krevja eina serliga heilsuváttan