Fjórði hvør til reiðar at flyta úr Gaza

Meiri enn ein fjórðingur av teimum jødisku niðursetufólkunum í Gaza-geiranum eru nú til reiðar at flyta haðani. Men mótstøðan er framvegis stór.

Ísraelska stjórnin hevur boðið teimum umleið 8.000 niðursetufólkunum í Gaza-geiranum endurgjald, aftur fyri at tey noyðast at flyta frá húsi og heimi. Sambært blaðnum Yedioth Aharonot hava 450 av teimum umleið 1500 húskjunum tikið av tilboðnum frá stjórnini um at búseta seg í bygdum tætt við Miðjarðarhavið.

Nógv niðursetufólk hava hótt við at seta seg upp ímóti myndugleikunum, og summi hava eisini hótt við at taka til vápnini, gerst tað neyðugt. Tí er spenningurin sera stórur, og tað er ivaleyst orsøkin til, at tey, sum hava játtað at flyta, hava sýtt fyri, at teirra nøvn verða almannaknngjørd.

Ísraelska stjórnin sigur, at málið um at niðurleggja fleiri niðursetubygdir verður ikki tikið uppaftur, og at stjórnin fer ikki at slaka fyri trýsti. Mótstøðufólkini hava boðað frá, at tey ætla sær heldur ikki at slaka, og so seint sum annan hvítusunnudag stongdu tey fleiri týðandi vegir um alt landið. Hildið verður, at hetta var fyrireiking til tiltøk, sum ætlandi verða sett í verk, tá afturtøkan úr Gaza verður sett í verk í summar.