Pensjónistar mótmæla harðliga at eldraøkið verður skert

Landsfelag Pensjónista sigur, at skerjingarnar á eldraøkinum eru í stórari andsøgn við eldrapolikkin annars

Sparingar

Landsfelag Pensónista bæði átalar og mótmælir harðliga, at skerjingar nú verða gjørdar á eldraøkinum.
Landsfelagið hevur havt fund um støðuna hjá teimum gomlu, sum hon hevur tikið seg upp í seinastuni eftir tíðindini um sparingar í døgverðatilboðum, dagstovnatilboðum og tilhaldum felagið hevur nú sent øllum teimum politisku flokkunum eitt mótmælisskriv
? Í nógv ár hevur tørvurin á búplássum til gomul á røktarheimum og sambýlum verið vaksandi. Fyri at minka um hendan tørv, hava ymisk tiltøk verið sett í verk fyri at tey gomlu kunna vera í sínum egna heimi sum longst og hetta hevur verið til gagns fyri tann einstaka og fyri samfelagið sum heild. ? Hetta er ein politikkur, sum Landsfelag Pensjónista hevur tikið væl undir við, sigur Landsfelag Pensjónista.
? Tí síggja vit tað sum eina stóra andsókn til førda politikkin á eldraøkinum nú at skerja hesi gagnligu tiltøk, sigur Landsfelagið í brævi til politisku flokkarnar.
Felagið sigur, at skerjingarnar, sum nú eru upp á tal, fara at føra við sær, at alsamt fleiri og fleiri fara søkja um at sleppa inn á sambýli, røktarheim ella á ellisheim fer at vaksa munandi, eisini frá teimum, sum annars høvdu klárað seg sjálv heima í eina tíð afturat,
Og hetta er dýrari fyri samfelagið sum heild.
Landsfelag Pensjónista sigur, at vit vita, at ein goð og vælskipað heimahjálp, at útbering av døgurða til einsamøll gomul, at tiltøk, sum tilhaldini fyri eldri seta í verk, eru alt tiltøk, sum eru við til at hækka lívsvirðið hjá teimum eldru.
? Og tað er hetta, sum vit vilja fremja, og sum eldrafeløgini og pensjónistafeløgini ymsa staðni í landinum arbeiða fyri.
Felagið sigur, at útreiðslurnar til hesi nevndu tiltøk fyri tey gomlu eru nógv minni, enn um fleiri røktarheimspláss skulu útvegast.
? Landsfelag Pensjónista vil harðliga átala og mótmæla, at slíkar skerjingar verða gjørdar á eldraøkinum, sigur felagið í brævi til allar politiskar flokkar í dag.


MYND AV PENSJÒNISTUM:

Verða umrøddu skerjingar settar í verk á eldraøkinum, fer tað at føra til, at nógv fleiri fara at søkja á stovn og tað er munandi dýrari fyri samfelagið, sigur landsfelagið hjá pensjónistunum