Tað ræður um at skora

Hóast B36 trýsti nógv, so var talan fyri tað nógva um tannleyst trýst, og so kundi EB/Streymur við køldum kontraspæli stjala stigini norður aftur við sær

Fótbóltur

Tá EB/Streymur í triðja umfarinum av landskappingini vitjaði hjá B36, mundu gestirnir kenna seg mest sum snýttar, tá tað í evstu løtu eydnaðist B36 at skjóta einsamalla málið í dystinum. Eitt mál, sum - skuldi tað vísa seg - av álvara setti gongd á stigasavnanina hjá árstalsfelagnum.
Sunnudagin vitjaði EB/Streymur enn einaferð, og hesa ferð mundu tað heldur vera teir á heimaliðnum, sum kendu seg snýttar. B36 hevði bóltin mest, og teir royndu størsta partin av tíðini at trýsta mótstøðuna. Men enn einaferð varð talan bara um tað eina málið, og hesa ferð vóru tað teir hjá EB/Streymi, sum áttu hetta.

Sterilt trýst
Undan dystinum vórðu teir í B36 annars roknaðir sum stórfavorittar. Teir skuldu verja oddasessin, og á heimavølli móti einum av mittaru staddu liðunum eigur hetta at geva tvey stig.
Men sum heild má sigast, at tað í ógvuliga lítlan mun var B36, sum sýndi, at teir skuldu hava trý stig fyri dystin. Teir høvdu kanska bóltin nakað nógv meira, og fyrsta lítla korterið var bólturin valla á B36-hálvuni, men tað gekk tó sera striltið at koma fram til nakrar veruligar málmøguleikar.
Í hesum kundi eisini verið líkt til, at tann annars so krútsterki B36-miðvøllurin var ein forðing fyri skapandi spælið hjá B36. Aloftast er tað so, at vinnur tú miðvøllin, so fært tú eisini takið á dystinum, og í so máta hevði B36 eisini gott tak. Ingi Højsted, Mikkjal Thomassen, Klæmint Matras og Fróði Benjaminsen munnu tapa fáar nærdystir ígjøgnum 90 minuttir, og tað gjørdu teir heldur ikki hesaferð.
Hinvegin er eingin teirra ein typiskur kant-spælari. Og tað er nakað, sum oftani kann verða neyðugt, tá mótstøðan er av tí slagnum, sum leggur seg djúpt í verjustøðu.
Tí gjørdist tað í stóran mun ov lætt hjá EB/Streymi at koma upp. Nakrar ferðir kom Santos upp í vinstru, men innlegg hansara tóktust vanta vanliga neyvleikan.
Eftir steðgin hevði B36 kanska sína bestu løtu, tá teir í gott korter ferð eftir ferð brutu ígjøgnum. Trupulleikin í hesum var tó, at gjøgnumbrotini einamest komu burtur úr djúpum renningum frá Allani Mørkøre, og tá hann so ikki var inni í feltinum at taka ímóti, gjørdist uppgávan hjá Pacek og Fróða Clementsen ikki truplari enn neyðugt.

Vakur fluktari
Og í aðrar mátar var setningurin hjá gestunum greiður. Teir løgdu fyrst og fremst dent á verjupartin, har teir alla tíðina vóru sera tættir, og so skuldu møguleikar skapast við kontraspælið.
Tað var kanska ikki lætt, tá Sorin Anghel sat uttan fyri við skaða, men teir lógu tó framvið nakrar ferðir. Fyri steðgin var tað soleiðis bert við ytsta partinum av neglunum, at Jákup Mikkelsen fekk sligið eitt skot frá Hans Paula Samuelsen á stólpan, og í seinni hálvleiki fekk árstalsfelagið eisini ein hvøkk, tá Sonni L. Petersen var um at sleppa leysur.
Og tá gott korter restaði, gekk galið hjá heimaliðnum. Mikkjal Thomassen misti bóltin á miðvøllinum, og so gekk skjótt hinvegin. Bárður Olsen varð sendur avstað, og tá høgt innlegg varð sent innfyri, kundi Sonni L. Petersen heilflukta bóltin í kassan, uttan at Jákup Mikkelsen hevði nakran sum helst møguleika.

Trunkaspæl gav møguleikar
Og so kundu gestirnir í enn størri mun leggja seg aftur. Vandin var kanska, at teir løgdu seg ov langt aftur, og tað gav móti endanum fleiri spentar støður í brotsteiginum. Eisini hóast B36 seinastu løtuna vóru 10 mans, tí Herbert í Lon noyddist skaddur av vøllinum.
Nærri enn eini góðari roynd frá Niels Joensen og einum ætlaðum brotssparki hjá Allani Mørkøre komu teir tó ikki, og so kundu EB/Streyma spælararnir fegnast. Teir høvdu bast oddaliðnum í egnari holu, og so var tað fyri teir líkamikið, hvussu sigurin var fingin til høldar.
Og í veruleikanum var tað kanska slettis ikki so óuppiborið kortini. Rene Tórgarð mundi í øllum førum ikki kenna á sær, at hann hevði fingið nakra ovurstóra arbeiðsbyrðu í sínum fyrsta dysti fyri nýggja felagið.
B36'arnir hinvegin hingu nipnir við høvdinum. Teir høvdu spilt ein gyltan møguleika at toga seg púrasta leysar í oddinum, og tað kann koma at kosta teimum dýrt.